Tunnil við Krákugjógv er loysnin

Ferðslutrýstið í Havn og til Havnar, oman í býin, er stórt, og vit hava í dag langar bilkøir, tí veganetið  svølgir ikki.

Innkomuvegurin til Havnina er ongantíð  komin ferðsluni til góðar og ger harvið ikki  tað, hann upprunaliga var ætlaður til.

Øll tey, sum hava sín dagliga arbeiðsdag í Vesturbýnym, t.v.s. lærarar og næmingar, sum ganga á Glasi, og tey, sum arbeiða á Landsjúkrahúsinum, í vesturbýnum og á Argjum, standa í endaleysum bíðirøðum hvønn dag, tí verandi veganet ikki klárar trýstið.

Fyri at fáa fulla nyttu burtur úr innkomuvegnum skal hann raðfestast og peningur setast av til liðugtgerð fyri at fáa nyttu úr tí, sum er gjørt, og enda verkætlanina til gagns fyri okkara borgarar.

Tí er neyðugt at gera tunnil frá Krákugjógv og úti við Hotel Føroyar, og víðari oman á Marknagilsvegin ella heilt oman á Velbastaðvegin, um tað er besta loysnin ferðsluliga, men peningur má fylgja við frá landsmynduleikunum, tá ið teir stinga út, hvar vegirnir skulu liggja, sum teir hava ábyrgdina av.

Vit kunnu ikki bíða longur eftir landsmynduleikunum, tí tað gongur út yvir borgaran í kommununi, sum ikki sleppur út á veganetið, tí trýstið er ov stórt.

Tunnil frá Krákugjógv er loysnin langt inn í framtíðina.

 

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur