Ólavur í Beiti
Teir tríggir tingmanninir Jógvan Durhuus, Eyðun Hansen og Hans Pauli Strøm hava nú sett fyrispurning fram um vegin til Tjørnuvíkar, og vilja hava at vita frá Finnboga Arge, hví einki verður sagt um vegin til Tjørnuvíkar í raðfestingini á samferðsluøkinum? Og eisini vilja teir hava at vita, hvørjar ætlanir landstýrið/landsverkfrøðingurin hevur um vegin til Tjørnuvíkar?
Hjálagt fyrispurninginum er eisini bræv frá Haldórsvíkar bygdaráð, dagfest 5. mai 1998, har Haldórsvíkar bygdaráð heitir á tingmenninar um at bera so í bandi, at ein tunnil til Tjørnuvíkar verður settur inn í raðfestingina.
Smalt og bratt
Í viðmerkingunum siga teir tríggir tingmanninir, at tá Tjørnuvík fekk vegasamband síðst í sekstiárunum, so var hetta ein bati fyri bygdina, sum vit øll frøddust um. Farleiðin hevur nú staðið sínar royndir í stívliga tríati ár. Hesi árini eru kortini onkrar brýr og vegastubbar breiðkaði, og asfalt lagt á vegin. Nógvar áheitanir eru sendar myndugleikunum um batar, uttan at stórvegis er gjørt. Tí er enn langt á mál, til farleiðin er trygg.
? Í brattanum oman til Tjørnuvíkar ? ella Líðin ? sum staðið verður rópt, er vegurin smalur og brattur. Somuleiðis er ógvuliga bratt bæði omanfyri og niðanfyri vegin, so har er hættisligt at koyra allar árstíðir.
? Tá nógv regn og toybil er, ryður nógv oman á vegin, og í kava og hálku er hetta ein vandaleið hjá størri akførum so sum bussum, sum dagliga koyra við skúlabørnum. Haldórsvíkar Bygdaráð hevur ferð eftir ferð gjørt vart við hesar vandar, uttan at nakað munandi er gjørt.
? Tingmenn og valevni úr øllum flokkum hava kappast um at geva lyftir um at gera nakað við umrødda veganet, so her er ein breið politisk semja um at gera nakað, sostatt skilja undirritaðu tingmenn úr Norðstreymoy ikki, at hetta týdningarmikla økið ikki er komið við í raðfestingina av samferðsluíløgunum, verður sagt í viðmerkingunum til fyrispurningin.