Í vikuni komu ungmannafeløgini á Sandoynni við felagsyvirlýsing, har tey heita á politiska myndugleikan um at stovna partafelagið, sum skal gera Sandoyartunnilin. Feløgini vísa millum annað á, at fólkatalið í Sandoynni lækkar. Hetta fekk tónleikaran Terja Rasmussen at viðmerkja soleiðis á Facebook: Tað er ikki bara í Sandoynni, at fólkatalið lækkar. Tað er galdandi fyri alt landið. Skulu vit so eisini hava tunnil til Danmarkar?