Tunnil til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar

Páll á Reynatúgvu og Henrik Old skjóta nú upp, at Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at gera tunlar til bygdirnar Dal, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík.

 

Í viðmerkingum til uppskotið vísa teir báðir á, at sum liður í at menna samferðslukervið í landinum var í mong ár eitt vælvirkandi borilið hjá Landsverki. Uppgávan hjá liðnum var at gera tunlar, og dentur var lagdur á at gera tunlar til einamest avbyrgdu og fjarskotnu bygdirnar í Føroyum.

 

– Feskasta dømi um arbeiðið frá ágrýtna liðnum er Gásadalstunnilin. Áðrenn tað eru fleiri aðrir tunlar, einamest í Norðoyggjum, sum eru væl úr hondum greiddir frá boriliðnum. Arbeiðsgongdin hjá boriliðnum gjørdi ikki nógvan háva av sær, men álítandi. Við gamla borivogninum, boraðu og sprongdu teir seg gjøgnum metur eftir metur av føroysku fjøllunum. Ikki tað øgiliga tíðartrýstið, men fyri ávísa játtan árliga varð vunnið betri vegakervið til bygdir, har kost/nyttu kanningar neyvan høvdu stuðla upp undir tunnilsætlanirnar.

 

Boriliðið varð eitt beinleiðis úrslit av grundhugburðinum aftanfyri gamla Landsverkfrøðings- stovnin, har aðalmálið var at binda bygdir saman, og at gera nøktandi farleiðir til øll búpláss í landinum. Einki er at ivast í, at tørvur framvegis er á einum líknandi boriliði, tí framvegis eru bygdir í landinum, sum avgjørt hava tørv á at bøta um mangan hættisligu farleiðirnar til nakrar av okkara mest avbyrgdu bygdum.

 

Dalur, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík og møguliga aðrar við eru bygdir, sum høvdu fingið ovurstórt gagn av at byrja arbeiðið av nýggjum við einum boriliði hjá Landsverki.

 

Nýggjur borivognur má útvegast, men ikki er óhugsandi at hesin kann fáast til vega brúktur, og harvið tað bíligari enn ein nýggjur.

 

Uppskotssetararnir meta tað sera rímiligt at byrja hettar arbeiðið aftur beinanvegin og mæla til at seta av 15 mió. kr. árliga at bora fyri. Mælt verður somuleiðis til at raðfesta arbeiðið í einari tíðarfestari ætlan, har tey, sum framvegis búgva í áðurnevndu bygdum, fáa eina grundaða vón um betri farleið í framtíðini.

 

– Vit eiga øll rættin til landið uttan mun til, hvar vit búgva. Sundurlaðandi hugburðurin um einans at nøra um sjálvan seg, og tað sum er kost/nyttu gagnligt, eigur ikki at vinna á tørvinum hjá smáu bygdunum og fólkunum, sum har búgva, at vera lív lagað.