Fyrsta málið á skránni er løgtingslóg um Fámjinstunnlin og tilhoyrandi vegagerð. Tað málið verður eftir fyrstu viðgerð beint í fíggjarnevndina.
Annað mál á skránni er løgtingslóg um nýggjan innkomuveg til Havnar. Tað snýr seg um at gera ein veg úr rundkoyringini við tunnilsmunnum í Rossagili á Hvítanesi yvir í Klingruna í Hoyvík og haðani yvir í Villlingadalsvegin í Havn. Síðani skal tunnil gerast frá Villingadalsvegnum og út í Marknagilsvegin.
Játtanin frá landinum er upp á 110 milliónir, sum sambært uppskotinum verður goldin næstu fimm árini, so hvørt, sum arbeitt verður. Annars er alt arbeiðið mett at kosta 288 milliónir og restina skal Tórshavnar býráð gjalda.
Onnur mál á skránni eru eitt uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn, uppskot um løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum og uppskot um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt. Málið snýur seg um minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum.
Tingfundur verður klokkan 11.