Fasta sambandið um Oyrasund millum Keypmannahavn og Malmø er 18 ár, og nú verður kannað, um møguleikar eru í at gera tunnil millum Danmark og Svøríki.
Tunnil skal verða millum Helsingør og Helsingborg. Økta ferðslan ger, at vandi er fyri, at núverðandi fasta samband ikki megnar uoogávuna.
Fyribils ætlanir siga, at tunnilin verður 8 km langur. Við vegastrekki báðu megin er talan um ein tein á 14 km.
Ein toktunnil til ferðafólkatok kann gerast 6 km langur, verður mett.
Mett verður, at tunnil ella tunlar kunnu takast í nýtslu í 2035, og tá er brúgvin um Oyrasund 35 ára gomul.