Tunni reyði tráðurin

Hetta er filmur um amerikansku riffuldeildina C undir bardagnum um Guadalcanal í 1942-43, oyggin, sum undir 2. heimsbardaga gjørdist ein hin týdningarmesta í bardaganum ímóti japanarum um valdið í Stillahavinum.

Hetta er eftir bók eftir James Jones, ið er grundað á egnar upplivingar. Filmurin er eisini eitt comeback, eftir 20 ár, hjá filmsstjóranum Terrence Malick.

Filmurin minnir um Privat Ryan hjá Spielberg, men her verður støðið tikið í einstaka soldátinum, innara ræðuleikanum og angistini.

Her er ikki bert ein høvuðspersónur, men fleiri.

Í leiklutunum eru m.a. Sean Penn, Nick Nolte, Elias Koteas, Jim Caviezel og Ben Chaplin.