Tunlatíðir og hvat so!

Oddagrein

Eitt tað mest skrivaða og brúkta orðið í føroysku miðlunum nú í longri tíð man vera tunnil. Vágatunnil, Norðoyartunnil, Øravíkartunnil og nú Gud hjálpimeg eisini Toftatunnil. Tað er líkasum komið inflatión í hetta við tunlum og er tað kanska ikki heilt óføroyskt heldur. Vit kenna tað so væl aftur úr søguni: tá ein skuldi fara í gongd við okkurt, so vildu fleiri aðrir sleppa at gera tað sama, tað verið seg innan vinnulív, handil "You name it".

Nýggjar tíðir ? peningaliga og tøkniliga ? hava við sær nýggjar avbjóðingar. Fyri bert fáum árum síðani var tað einki minni enn ørvitistos og ábygdarloysi at taka undirsjóvartunlar uppá tunguna. Og tá kreppan gjørdi um seg vóru vit føroyingar av donskum miðlum og politikarum skýrdir ørir og ábyrgdarleysir fyri at hava bygt teir mongu tunlarnar á landi. Í dag hevur pípan fingið annað ljóð. Nú verður kappast um at raðfesta tunlar, og seinasta skotið á stammuni er ein ella kanska tveir undirsjóvartunlar millum Eysturoynna og Streymoynna.

At hava visiónir og at brúka tøl til tess at rationalisera og effektivisera eitt samfelag úr enda í annan er væl ikki skeivt. Tað er náttúrligt. Tað verður sagt so oftani, at vit kunnu ikki steðga útviklinginum. Spurningurin er tó eisini, hvønn útvikling, menning vit ynskja. Henda vegin ella handa vegin. Hvussu vilja vit brúka skattapengarnar osfr.

Í dag eru flestu føroyingar fegnir um, at vit hava fingið Vágatunnilin. Hóast vit í løtuni ikki kenna allar tær positivu og negativu avleiðingarnar av hesum nærsagt unduri, so tykjast flestu okkara nøgd. Ikki minst tí tað er skjótari og lættari at koma til og frá flogvøllinum. Semja tykist eisini vera um tað skilagóða í at gera tunnil undir Lorvíksfjørð, og í Suðri eru tey á einum máli um, at ein tunnil má gerast aftrat har eisini.

So kemur Toftatunnilin. Tøl og útrokningar síggja bjørt og skilagóð út, tað verður skjótari og lættari at ferðast til og frá høvuðsstaðnum, og samfelagið sparir harvið orkuútreiðslur. So far so good sum tikið verður til. Men hvussu við tí økta trýstinum á høvuðsstaðin, sum ein av borgarunum í býnum, Hallur Hjalgrímsson so rætt nemur við í grein í bløðunum! Hvat verður gjørt fyri at forða fyri, at allir teir mongu tunlarnir ikki skapa uppaftur størri ferðslukaos í høvuðsstaðnum!

Hallur vísir skilagott og beinrakið á tað ómetaliga trýst, sum longu er á býin úr øllum ættum. Økta ferðslan setir proppar í alla staðni, havnarborgarar sleppa ikki í barnagarð, skúla og til arbeiðis rættstundis. Hvussu verður stætt fáa vit nú eisini undirsjóvartunnil millum størstu menningarplássini í landinum, høvuðsstaðarøkið og Eysturoynna. Vit mugu hava eitt breitt alment orðaskifti um hesar spurningar heldur Hallur og hesum kunnu vit taka fult undir við. Vit hava eisini á hesum stað sóknast eftir orðaskifti um trygd og ferðslumentan í kjalarvørrinum á undirsjóvartunlum. Men lítið røkist fyri, at ikki minst avvarandi myndugleikar vilja brúka orku til tað. So tað er sum tað plagar: tað skal also henda ein stór vanlukka, áðrenn tungan kemur á glið.

Tað kann sjálvandi eisini koma inflatión í orðaskifti, men kortini er tað ein av lunnunum undir menningini ? har vit brúka royndir og sunna fornuft og miðvísa landsplanlegging til at seta út í kortið framtíðar útviklingin. Men tað kemur ikki altíð av sær sjálvum. Tað góða ? tað skilagóða ? orðið er tað, sum skal føra okkum á mál ? á tað skilabesta málið. Hervið taka vit Hall á orðið og bjóða okkara lesarum til at debatera ætlanina við tí nýggjasta tunnilsprojektinum. Eisini um teir møguleikar slíkt kann geva so sum at tung ferðsla kann leggjast uttan um Havnina og nakað av virkseminum kann flytast út um høvuðsstaðin. Gott orðaskifti. Og gott í teg, sum legði upp til tað.