Tunlarnir stýra hinum politisku málunum

Sandoyartunnilin og Skálafjarðartunnilin eru í løtuni tey málini, ið stýra øllum øðrum málum í Tinginum, og tað ber ikki til, sigur løgmaður -Vit hava ein trupulleika, tá samgongan ikki kann gjøgnumføra mál, sum hon hevur sett sær fyri at gjøgnumføra, sum vit nú hava sæð tað við málinum um skúladepilin í Marknagili, har vit noyddust at fara inn í politiska telving við andstøðuna fyri at fáa málið ígjøgnum. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, við Kringvarpið.

Hann sigur avgreiðsluna av hesum málinum minna um at sita í minnilutastjórn, men hann dugir ikki at siga, um tað er ein varandi støða, at samgongan er komin í minniluta í Løgtinginum. Hann harmast um, at summi mál verða tikin gísli í mun til onnur mál:

-Sandoyartunnilin og Skálafjarðartunnilin eru í løtuni tey málini, ið stýra øllum øðrum málum í Tinginum, men tað ber jú slett ikki til. Men eg vóni, at vit í komandi viku endaliga fáa avgreitt tann spurningin, og so fáa vit at síggja, hvussu støðan er tá, sigur Jóannes Eidesgaard.

Kelda: Kringvarpið