Tunlarnir skulu passa inn í eina lands-samferðsluætlan

? Landið skal onki hava við undirsjóvartunnilin ímillum Skálafjørðin og Havnina at gera og tunnilin í Sandoy verður gjørdur, tá ið landið hevur ráð

Undirsjóvartunlar

? Undirsjóvartunnilin í Sandoynna og undirsjóvartunnilin ímillum Skálafjørð og Havnina skulu passa inn í samferðsluætlanina hjá landsstýrinum.
Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum og virkandi løgmaður.
Hann vísir á, at Skálafjarðartunnilin er privatur burturav og hann skal landið onki hava við at gera.
Hann staðfestir somuleiðis, at tað kemur heldur ikki uppá tal, at landið fer at veðhalda fyri fíggingina í sambandi við tann tunnilin.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at tunnilin í Sandoynna er so mikið dýrur, at hann verður ikki fíggjaður við bummpengum burturav.
Í løtuni er støðan tann, at tey, sum hava tikið stig til Eysturoyartunnilin, hava boðað landsstýrinum frá, at tað verður klárt at fara undir arbeiðið um innanfyri eitt heilt stutt áramál.
? Einasti leiklutur hjá landinum í hesum sambandi verður at geva loyvi til at fara undir arbeiðið.

Veldst um politiska viljan
Bjarni Djurholm sigur, at í sambandi við Sandoyartunnilin er peningur settur av til tær fyrstu kanningarnar í ár og hetta verður í hvussu so er næsti undirsjóvartunnilin, sum landið fer undir.
Spurningurin er so um samgongan er sinnað at seta meiri pening av til framhaldandi kanningar næsta ár, ella í 2007.
--? Vit hava sum mál at fáa kanningararbeiðið í sambandi við Sandoyartunnilin liðugt í hesum valskeiðnum, so at tað verður klárt at taka politiska støðu til um farast skal undir tunnilin, ella ikki, og, nær farast skal undir hann.
? Tað veldst alt um, hvussu nógv tað ber til at seta av til framhaldandi kanningar á fíggjarlógunum fyri 2006 og 2007. Og um vit fara undir hann, og nær, veldst alt um, hvussu ráðini hjá landskassanum verða. Hava vit ráð til tað, verður hann gjørdur. Hava vit ikki, verður hann gjørdur seinni.
? Sanfoyartunnilin er so dýrur, at tað er í øllum førum eitt mál, sum skal lýsast ómetaliga væl, sigur Bjarni Djurholm.
Men landsstýrismaðurin leggur afturat, at báðir tunlarnir skulu passa inn í samferðsluætlanina, sum vinnumálararáðið er í ferð við og sum verður liðug næsta ár.
? Ber tað yvirhøvur til at fara undir tvær so stórar verkætlanir ísenn, hóast onnur er privat og hin almenn?
? Tað er ein góður spurningur. Í øllum førum verður tað neyðugt at bera so í bandi at ikki báðar verkætlanirnar verða so mikið samanfallandi, at tær koma at drena samfelagið fyri arbeiðsmegi og serfrøði í so stóran mun, at tað førir til at samfelagsbúskapurin gerst ov heitur. Tað er sjálvsagt ein spurningur, sum skal viðgerast ógvuliga gjølliga, sigur Bjarni Djurholm.