Tunlarnir seinkaðu arbeiðið

Streymurin er afturkomin alla staðni uttan á Viðareiði.

Streymurin er komin aftur í Hvannasundi, Norðdepli og á Múla, men enn liggja viðingar í streymloysi. Tað gongur longri enn ætlað at fáa streymin aftur til norðastu búpláss í Føroyum.


Finn Jakobsen, deildarleiðari í SEV, sigur við in.fo, at arbeiðið at fáa streymin aftur til Viðareiðis er seinkað vegna tunlarnar.


- Streymurin er nú aftur í Hvannasundi, Norðdepli og á Múla, men enn manglar Viðareiði. Ætlanin var at flyta eitt aggregat norð, ið skuldi veita streym, men tað var ov torført at fáa slíkan gjøgnum tunnilin. So í staðin eru okkara linjumenn farnir í holt við at skoyta kaðalin. Vit vóna, at streymurin er aftur á Viðareiði klokkan 19.