Tunlarnir ov treingir til gott telefonsamband

Í farnu viku var ein hending í tunlunum norður um Fjall, har ein skúlabussur ikki fekk ringt eftir hjálp, eftir at roykur kom úr bussinum.

Men tað var greitt longu í 2011, tá telefonsambandið varð lagt í tunlarnar, at tað fór at verða avmarkað av støddini av tunlunum, upplýsir Landsverk.

– Tá stórir bilar eru í tunlinum, er tunnilin fullur, og bilarnir kunnu "skugga" fyri signalinum. Sendarar eru við tunnilsmunnarnar, sum senda signalir inn í tunlarnar. Men ert tú til dømis millum tveir stórar bilar, er møguleiki fyri, at tú einki signal hevur, um illa vil til. Somuleiðis er sambandið eisini verri í víkiplássunum, tí tað kann vera verri hjá signalinum at røkka inn har, sigur Armgarð Elin Steinhólm, deildarleiðari fyri infrakervi á Landsverki.

Meira er at lesa um avbjóðingarnar við telefonsambandinum í tunlunum norður um Fjall í Sosialinum, ið er at lesa á netinum her.