Um eina løtu verða báðir tunlarnir Norður um Fjall, stongdir.
Fyri nøkrum døgum síðani fór ein lastbilur útav á Viðareiðisvegnum, og hann fór so illa, at hann kundi ikki koyra sjálvur.
Nú er hann so fingin uppaftur, og er settur á ein treylara, og skal flytast av staðnum.
Og løgreglan sigur, at í hesum sambandi er neyðugt at steingja tunlarnar Norður um Fjall eina løtu, ímeðan treylarin koyrir ígjøgnum við lastbilinum.