Kristina Háfoss segði fyrr í dag, at landið skal nú eftirhyggja íløgunum, ið standa fyri framman, tí er nógv, sum bendir á, at búskapurin gerst ov heitur.
Samgongan ætlar, at búskapurin skal ikki veksa við meira enn 1.8% og tað verður ringt at halda seg innanfyri tað málið, um ikki átøk verða gjørd.
So er spurningurin hvørjar íløgur tað møguliga kann raka.
Tunlarnir undir Tangafjørð og Skopunarfjørð hava verið nevndir, men Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, heldur ikki at tað er eitt gott hugskot.
- Mær vitandi hevur tað ikki verið uppá tal. Onkur hevur nevnt tað, tað vil so verða. Saman við H-bygninginum eru tað størstu íløgur hjá landinum í løtuni, men eingin hevur nevnt at steðga tunlunum. Rentan er so lág í løtuni, at hon verður neyvan lægri. Tí er spurningurin, um tað er rætt at útseta tunlarnar í løtuni tí ein rentuhækking kann gerast ómetaliga dýrt, sigur Hendrik Old.
Hendrik Old er heldur ikki vísur í, um tunlarnir hava so stóra ávirkan á búskapin.
- Spurningurin er eisini hvørja negativa ávirkan tað hevur at fara í gongd við tunlarnar nú. Tað skulu sjálvandi nógvir lastbilar koyra, men eftirhondini eru arbeiðsfólkini, ið krevjast fyri at bora, so fá, at spurningurin er um tað hitar búskapurin nógv afturat, sigur Hendrik Old.
Hendrik Old sigur, at tað kostar landskassanum 35 milliónir um árið í løtuni at gera tunlarnar og fer seinni uppá 40 milliónir. Alt í alt haldi hann ikki, at tað loysir seg at útseta tunlarnar, tí rentan kann rentan leypa upp og verkætlanin gerast nógv dýrari.
Hendrik Old mælir til, at mann eisini eftirhyggur íløgur, ið liggja uttanfyri fíggjarlógina, tí tað eru nógvar aðrar íløgur, ið eru dýrari enn hendan og hita búskapin meira.










