Tunlarnir krevja umfatandi umvælingar

Donsk ráðgevingarfyritøka metir, at tunlarnir í Føroyum hava umvælingar fyri 187 milliónir krónur fyri neyðini -Verður ikki farið verður undir eina umfatandi umvæling av tunlunum í Føroyum, kunnu vit missa tamarhald á støðuni, sigur stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes, við Kringvarpið.

Hann vísir á, at teir føroysku tunlarnir eru í so ringum standi, at bráðneyðugi tørvurin á tiltøkum er 187 milliónir krónur.

- Yvirhøvur eiga allar tunlar at skrótast fyri tilsamans 170 milliónir krónur, so alt leyst grót skal takast niður, so tað ikki er til vanda fyri fólk og bilar, staðfestir ráðgevingarfyritøkan Rambøll. Haraftrat er bráðtørvur á at tryggja tunlarnar við boltum og sproytubetong fyri 17 milliónir krónur.

Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, sigur við Kringvarpið, at hon fer at gera sítt til at fáa nóg mikið av peningi til viðlíkahald.

Kelda: Kringvarpið