Tunlar uttan klandur

Hugsjón:

Vit byggja á eina samhaldsfasta skipan innan vegakervið. Tann berandi tankin er, at tey vegastrekkir, sum eru dagførd skulu rinda kostnaðin fyri at dagføra ótiðarhóskandi vegastrekkir.

 

Ætlan:

Vit knýta Norðoya, Vága, Norðskála og Kollfjarða tunlarnar saman í eina skipan. Skipanin skal virka á tann hátt, at bilurin bert verður skrásettur einaferð um dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar at koyra gjøgnum ein.

 

Grundarlagið

Grundarlagið undir hugsjónini er at skráseta eitt stórt tal av bilum.

Norðoyartunnilin

Í 2008 goldu 347.199 bilar fyri at koyra gjøgnum Norðoyartunnulin.

Norðskálatunnilin

Vit vænta at Eysturoyggin gevur áleið tað sama av bilum sum Norðuroyggjar. 350.000 bilar koma at gjalda gjøgnum Norðskálatunnilin

Kollfjarðatunnilin

Norðstreymingar pendla nógv til Havnar. Siga vit, at teir telja góða helvt av Eysturoynni, er tað á eini leið. Eini 200.000 bilar. Havnamenn, sum skulu til Norðstreym ella inn í Eysturoynna verða eisini skrásettir. Eini 200.000 bilar, koma at gjalda tann vegin. Tilsaman verða tað uml. 400.000 bilar, sum koma at gjalda í Kollfjarðatunnilinum.

Vágatunnilin

Í 2008 goldu 288.478 bilar í Vágatunilinum.

Tilsamans

Leggja vit hesi tøl saman, fáa vit gjald frá 1.385.677 bilum hvørt ár.

 

Vinningur:

Seta vit gjaldið á 70 krónur gevur tað ein vinning á uml. 97.000.000 krónur. Uml. 40. mió fara til Vágatunnilin og Norðoyartunnilin. Hinar 57 mió eru beinleiðis vinningur.

 

Endamálið: Hesar uml. 57 mió krónur skulu brúkast til ótíðarhóskandi vegastrekkir í Føroyum. Øll vita, at m. a. Er vegurin til Dals lívshættisligur. Kanska kundi henda skipan eisini skunda undir Sandoyartunnilin?

 

Niðurstøða: Hetta er ein spennandi tanki við spennandi tølum. Eg vóni og vænti, at avvarandi mynduleikar lata onkran hyggja at hesum.