Tunlar til føði ? ella møði

Tunlar eru góðir, tað er so púra vist. Men tá ein tunnil er fyri framman, júst tá ið tað, eg lurti eftir í útvarpinum, er allarmest spennandi - tá ynski eg tunlar har, sum piparið grør

Mánadagur er, eg eri liðug við skúlan og skundi mær norður til Viðareiðis til børnini, sum ótolin bíða.
Hvussu skal eg stytta mær stundir á veg úr Havnini til Leirvíkar, hugsi eg, sum eg seti meg inn í bilin.
Seti eina fløgu í fløguspælaran, men sløkki skjótt. Hon hevur sjangrað nú í skjótt tveir mánaðar, og eg orki hana ikki meiri.
Rás 2, hugsi eg so, og seti meg væl til rættis at lurta; men ak og ve, har er bert tónleikur. Eg tími ikki at lurta eftir honum og seti á Útvarp Føroya. Teir hava ofta góðar og áhugaverdar sendingar mitt á degi.
Sera, sera spennandi
Jú mín sann, eydnan er við mær, endi mitt inni í sendingini hjá Gunnari Nolsøe; ein spurnarkapping, sum fyri summarfrítíðina var ímillum okkara politikarar, men nú er hon ímillum tíðindafólk.
Í dag eru tað starvsfólkini á Dimmalætting og í sjónvarpinum, ið kappast. Sendingin er byrjað, men eg blívi beinanvegin spent. Minnist frá seinast, hvussu stuttlig sendingin plagar at vera.
Tey á Dimmalætting eru við undirlutan, og sjónvarpsmenninir eru, sum vera man, spentir.
- So eru vit komin til seinasta spurning, áðrenn teir skjóttsøgdu spurningarnar. Har er møguleiki at velja millum eina sangkapping ella ein tungvektara, sum er ein SERA, SERA, SERA stór avbjóðing, sigur Gunnar Nolsøe, við eini rødd, sum ger avbjóðingina enn meiri spennandi.
Hesin parturin av sendingini plagar at vera stuttligur, hugsi eg, men so rennir mær í huga, hvussu "tómir" okkara politikarar vóru.
Ræðuskítar og Kaj Leo
Eg lurtaði eftir næstan hvørji einastu sending, men ongantíð eydnaðist mær at hoyra, hvat henda vælsignaða avbjóðing gekk út uppá, tí ongin teirra hevði mót upp á hesa avbjóðing... uttan Kaj Leo. Men hann ljóðar nú altíð, sum hevur hann hug at bjóða allari verðini av.
Júst ta sendingina, tá hann var við, eydnaðist mær tíverri ikki at hoyra.
Men at allir hinir kundu vera tað bekentir!!! Eg skal ikki her koma nærri inn á, hvat tað var, sum fekk meg at hugsa um teir.
Men aftur til sendingina.
Sum eg skilji á lagnum, er hon broytt nú, tí nú hava teir tríggjar møguleikar, tungvektaran, sangkappingina og so nakað nýtt, ið er at seta yvirskrift á eina søgu, sum verður lisin fyri teimum.
Søgan, sum sjónvarpsmanningin fær, er um ein, sum í bili mitt í rundkoyringini á ringvegnum í Havn fær eygað á eina eldri konu, ið stendur við stavinum og bukar ein ungan drong.
Maðurin í bilinum leypur út, men fær ikki tíð at umráða seg, fyrrenn drongurin er lopin av stað við orðunum:
"Hon er pillsvøk, eg spurdi bara, um hon hevði eina sigarett!"
"Tú skalt ikki tosa um mítt korsett!" sigur konan, meðan hon blívur við at veipa við stavinum.
Líkvognurin í tunlinum
Sjónvarpsmenninir koma við fleiri uppskotum til yvirskrift, fleiri eru skemtilig, men "biiiib" - nú eri eg komin til Kaldbakstunnilin og má velja ímillum at hoyra sendingina ella klára Dúgvuna, Ternuna ella hvør tað nú man vera, sum siglir har í dag.
Við ringum tannabiti fari eg inn í tunnilin, meðan sjónvarpsmaðurin sigur: "Gomul kona...
Eg skundi mær tað, eg kann, tí eg vil so fegin hoyra endan á hesi skemtiligu yvirskrift. Men ikki eri eg komin langt, fyrrenn eg komi at koyra aftaná einum bili, har førarin allarhelst plagar at koyra líkbil.
Av tí, at eg einaferð HAVI gjørt tað lort, tá eg var ov sein til eina jarðarferð í Árnafirði og floytaði eftir líkbilinum inni í tunlinum, velji eg at bíta ótolnið í meg. Hví í víðu verð, líkbilurin var ov seinur til jarðarferðina, er so ein annar spurningur.
Tá vit langt um leingi koma út Kollfjarðarmegin, hoyri eg endan á yvirskriftini "...koppaði í ánna".
5 tunlar og eingin antenna
Forvitni og argilsi fáa meg at hugsa um, hví í víðu verð antennur ikki eru í tunlunum. Hvønn dag koyri eg gjøgnum fimm tunlar, tvær ferðir um dagin. Og tað skal ikki gretta, at tá tað er allarbest, so er ein av teimum fimm fyri framman.
Útvarpsgjaldið er í sjálvum sær væl givnir pengar, um eg fekk nakra gleði av teimum, tí at ÚF hevur góðar og fjølbroyttar sendingar. Men tá ið møguleikin at lurta eftir útvarpinum er størstur, meðan eg koyri, kann argilsi skjótt standast av tí.
Tí ikki er tað bert í tunlunum, at tað ikki eru hoyrilíkindi. Tá koyrt verður, er signalið ofta veikt og tað, sum sent verður, kemur inn í brotum. Eftir situr so lurtarin og "kundin" við stóru uppgávuni at seta hesi góðu brot saman og við spurninginum:
Hví skalt tú noyðast at gjalda fyri nakað, tú í veruleikanum ikki fært fulla nyttu av?