Kaj Leo Johannesen segði við útvarpið í morgun, at tunlarnir norð um Fjall ikki hava undirtøku í landsstýrinum. Teir eru ikki við í ætlaðu íløgunum hjá landsstýrinum, segði løgmaður.
Anfinn Kallsberg, fíggjarnevndarformaður og fremsti forsprákari fyri at gera nýggja tunnil norð um Fjall á Borðoynni segði við Sosialin í gjár, at hann ikki er serliga imponeraður av leiðsluni í Tinganesi, sum hann heldur als ikki hevur gjørt neyðuga politiska fótarbeiði.
? Eg havi ongantíð upplivað so avmarkaða politiska viðgerð í samgonguni, áðrenn landsstýrið hevur lagt fram eitt fíggjarlógaruppskot, sigur Anfinn Kallsberg við Sosialin.
Men Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, sigur við Sosialin, at hann als ikki skilir kritikkin frá Anfinni Kallsberg og heldur, at sjáldan hevur tilgongdin verið so nærløgd sum í ár við óteljandi fundum í lítlu samgongu.
? Trupulleikin hjá Anfinni Kallsberg er, at hann hevur start seg blindan upp á tunlarnar norður um Fjall, sum landsstýrið hevur strikað í ársins uppskoti, sigur Jóannes Eidesgaard.
Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at tunlarnir norður um Fjall eru framvegis partur av dagsskránni hjá honum.
- Víst skulu vit spara, men vit skulu eisini gera íløgur, og ársins íløgukarmur saktans rúm fyri tunlunum, sigur Anfinn Kallsberg.
Men sambært løgmanni fáa tunlarnir ella tunnilin norð um Fjall ikki undirtøku í landsstýrinum.
Næstu dagarnar fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer, og hvør er sterkari, landsins løgmaður saman við fíggjarmálaráðharranum í landsstýrinum, ella Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður og fíggjarnevndarformaður.