Tað er nú seinnapartin í dag, at Norðskálatunnilin og Leynartunnilin fáa nýggja ávaringarskipan, sum steingir tunnilin, tá ið akfør við høgari last, nærkast teimum.
Tað sigur løgreglan í dag. Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at bilar verða so høgt lastaðir, at teir taka í loftið í tunlunum og gera skaða trygdarútgerðina og eisini á tunnilin sjálvan
Tí er avgerð tikin um at seta eina sjálvvirkandi ávaringarskipan upp, sum forðar bilum, sum eru ov høgt lastaðir, at sleppa inn í tunlarnar.
Í fyrstu atløgu verður skipanin roynd við Norðskálatunnilin og Leynatunnilin og hon verður sett til nú seinnapartin í dag.
Roynist skipanin væl, er upp á tal at seta hana upp í fleiri tunlum seinni.
Talan er um eina sjálvvirkandi skipan, sum er sett upp 100 metrar frá tunnilsmunnunum. Talan er um elektroniskar hæddarmátarar, sum verða settir upp í fýra metra hædd. Verður signalið brotið. fara bummar fyri, so at ongin fær koyrt inn í tunnilin. Samstundis verður bilførarin ávaraður við reyðum lósi, eins og sjálvvirkandi boð fara til alarmsentralin.
Eftir lógini skulu akfør ikki vera hægri enn fýra metrar við fullari last.
Er tørvur á at koyra ella flyta hægri farmi, skal løgreglan søkjast um loyvi í góðari tíð frammanundan.
Revsingin fyri at koyra við ov høgari last, er vanliga bót, men undir skerpandi umstøðum kann tað eisini kosta klipp í koyrikortið, ella má bilførarin taka tað av nýggjum.
Hendir nakar skaði, kann endurgjaldskrav eisini verða reist ímóti bilføraranum.