Tunlar á tryggum grundarlagi

Hóast fíggingin ikki er komin uppá pláss enn, so er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sannførdur um, at almenna tunnilsfelagið er stovnað á tryggari grund

Hóast fíggingin ikki er komin uppá pláss enn, so er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sannførdur um, at almenna tunnilsfelagið er stovnað á tryggari grund.

 

Almenna tunnilsfelagið, P/F Eystur- og Sandoyartunlar, er stovnað við 15 milliónum krónum í partapeningi. Tað er upphæddin, ið eru sett av til tunlarnar á fíggjarlógini fyri 2014.

 

Pengar skulu síðani setast av á fíggjarlógunum næstu árini, soleiðis at partapeningurin í almenna tunnilsfelagnum verður 400 milliónir krónur í 2024.


Les eisini: Alment tunnilsfelag stovnað

 

Sambært tíðarætlanini skal vera koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin í 2019 og gjøgnum Sandoyartunnilin í 2021. Tunlarnir verða mettir at kosta ávíkavist 1050 milliónir krónur og 865 milliónir krónur.

 

Tað merkir samstundis, at almenna tunnilsfelagið skal út og læna meginpartin av tí, sum tað kostar at gera tunlarnar, ið samanlagt eru at rokna sum nógv tann størsta samferðsluíløgan í Føroya søgu.

 

Hóast fíggingin enn ikki er komin uppá pláss, so er Jørgen Niclasen sannførdur um, at almenna tunnilsfelagið er stovnað á tryggum grundarlag.

 

Hóast tunlarnir verða gjørdir av einum almennum partafelag, so verður sambært leistinum ein ventilur inn í landskassan. Tí tað kann koma upp á tal, at landið veitir trygd fyri einari minstu ferðslu í Sandoyartunnlinum. Tað merkir, at tað almenna veitir einum komandi lániveitara trygd fyri, at almenna partafelagið fer at hava eina ávísa inntøku.

 

Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.