Hans Andrias Olsen og hinir í Credo góvu í kvøld áhoyrarunum í Flags tjaldinum høvi til at hoyra, hvat teir hava at bjóða. Credo hevur í nøkur ár verði ein lovandi bólkur, og í kvøld vístu teir, at teir møguliga eru við at røkka tindinum, ið teir av mongum hava verið spáddir at náa.
Teir eru millum harðast rokkandi kristiligu rokkbólkunum í landinum, og við einum múri av ljóði mundu teir blást tjaldið upp frá.
Credo spældu fyri tað mesta væl, og samanspælið var sera gott. Stuttligt var at síggja trummusettið fremst á pallinum, hóast tað viðhvørt tyktist at sangarin dugdi betur at spæla trummur enn at syngja.
Ljóðið var ógvuliga massivt, og tað gjørdi tað torført at hoyra smálutirnir í løgunum, men tað massiva ljóðið gjørdi eisini, at tónleikurin tóktist ógvuliga tungur og máttmikil, so tónleikurin kom hóast alt til sín rætt í øllum buldrinum.