Einaferð í gjár var Vágatunnilin stongdur eina løtu fyri vanligari bilaferðslu.
- Tað var ein stór maskina, sum skuldi flytast á vogni úr Vágum gjøgnum Vágatunnilin og til Havnar.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í slíkum føri er neyðugt fyri trygdina at steingja tunnilin, meðan maskinan fer ígjøgnum.
- Bilurin, sum flutti maskinuna gjøgnum tunnilin, hevði eisini løgregluna til hjálpar á leiðini.
Tað er serliga breiddin á maskinuni, sum kann vera ein trupulleiki, tí tað er skjótt, at maskinan endar úti móti miðjuni á koyribreytini.
- Í slíkum føri verður tunnilin stongdur ta løtuna, meðan tungi flutningurin fer ígjøgnum við løgreglufylgi.
Vaktleiðarin legði í morgun aftrat, at alt gekk upp á stás, og stóra maskinan kom í øllum góðum ígjøgnum Vágatunnilin.










