Tungur arvur

Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Colin Powell sigur, at USA kann fara undir at taka sínar hermenn úr Irak seinni í ár, men at amerikanskir hermenn verða í Irak langt inn í næsta forsetaskeiðið. Powell, sum sjálvur er fyrrverandi generalur, sigur við sjónvarpið ABC, at er Irak ringt, er Afghanistan verri, tí at trupulleikarnir har eru størri, sigur hann.

 

Í Afghanistan stríðast afghanskir og útlendskir hermenn ímóti ættarbólkum og rúsevnaharkaliðum, samstundis sum Taliban og al-Qaeda eru farin at gera meiri um seg. Niðurstøðan hjá Colin Powell er, at tann komandi amerikanski forsetin fær ein tungan arv í Afghanistan og Irak.