Orðini hjá býráðsliminum Sjúrði Olsen prógvaðu, at meirilutin er vilstur í sínum egnu skýmaskotum. Sjúrður váttaði hvørt orð av tí, sum vit í minnilutanum hava ført fram um, at tað verður lumpað og lirkað meir enn gott er á Vaglinum.
Hann skrivar sjálvur um trætuna á seinasta býráðsfundi, har meirilutin ikki vildi lata stórar og prinsipiellar avgerðir koma til atkvøðugreiðslu og avgerðar í sjálvum býráðnum:
»Honum og minnilutan-um varð gjørt kunnugt, at um eingin broyting skuldi gerast til samtyktina, ið varð løgd fram á býráðsborð, so var nokk at framleggja hana, tí avgerðin varð tikin í teirri nevndini, sum málið hoyrdi undir«·.
Hetta er kjarni málsins. Minnilutin hevur ferð eftir ferð ført fram, at hetta er at fara út um reglurnar, tí sjálvandi skal býráðið sjálvt taka støðu til, hvørji stig kommunan tekur. Býráðið skal taka støðu til um ein barnagarður, ein skúli, eitt eldraheim ella annað skal byggjast, og býráðið skal eisini játta pengarnar.
Við at leggja allar endaligar avgerðir í slíkum málum út til nevndirnar og lata tær játta pengarnar av eini ikki neyvt defineraðari íløgukonto verður býráðið tikið sum gísli.
Ongin opinleiki, onki gjøgnumskygni og býarins evsta vald sett út av spælinum. Nakrir fáir nevndarlimir taka stórar og principiellar avgerðir, uttan at sjálvt býráðið sleppur upp í at viðgera málini.
Av tí, at nevndarfundir eru fyri læstum hurðum og framløgurnar í býráðnum sum nú er einans eru til kunningar, verða avgerðirnar tiknar í loyndum, pengarnir brúktir uttan váttan býráðsins og møguligar mótstríðandi hugsanir køvdar.
Vit í minnilutanum kunna ikki standa modell til hetta, og vit høvdu misrøkt tað álit, sum borgarnir hava givið okkum, høvdu vit ikki mælt ímóti og rópt varskó, sjálvt um tað kostaði eitt gult kort frá tí partíska borgarstjóranum, sum stendur á odda fyri hesi gíslatøku.
Havnarborgarar hava betri uppiborið, og tí er kravt, at tey málini, sum meirilutin noktaði at viðgera á seinasta býráðsfundi, koma á dagsskránna fyri býráðsfundin nú hósdagin.
So leingi býráðið ikki hevur tikið tær formligu avgerðirnar í hesum málum, skila vit okkum rætt til at meta, at alt arbeiði við teimum fer fram í heimildarloysi.