Tungu bar hann so snjalla

Árliga dansináttin í Norðurlandahúsinum var leygarkvøldið, har fólk úr øllum landinum hittust á gólvi

Tað vóru onnur enn heidnir menn við snjallari tungu í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.

Gott hálvtfjórðahundrað fólk høvdu leitað sær í dans hesa árligu dansináttina í Húsinum.

Tiltakið í ár eydnaðist sera væl, verður sagt úr Norðurlandahúsinum.

Fólk úr øllum landinum hittust, umframt at onkur útlendingur eisini stakk inn á gólvið. Av forvitni, sum vera man, men tey fóru ikki vónsvikin avstað aftur.

Tað eru Norðurlandahúsið og landsfelagið hjá dansifeløgunum, Sláið Ring, sum skipa fyri í felag.

Julianna Joensen, formaður í Sláið Ring, sigur, at hetta tiltakið er eitt alment dansikvøld, har øll hava atgongd.

Tað er ikki so, at nøkrum nýtist at setast aftur, hóast tað eitur, at dansifeløgini skipa fyri.

Julianna Joensen segði leygarkvøldið, at hon óttaðist eitt sindur fyri luttøkuni í ár, av tí at so ómetaliga nógv brúdleyp eru um alt landið hvørt einasta vikuskifti.

Tað ger, at fleiri fólk sjálvandi eru har. Eisini fólk, sum verða biðin at dansa í slíkum veitslum.

Ofta vísir tað seg, at fólk, sum hava tilknýti til dansifeløg, verða biðin eitt nú at skipa Brúðarvísuna. Og tað kann skjótt gerast eitt stórt tal av fólki, sum annars hevði komið í Norðurlandahúsið, vísir Julianna Joensen á.

Óttin var tó ógrundaður, tí tá liðugt var, høvdu líka nógv fólk, sum undanfarin ár, verið í dansi.

Kvøldið er skipað sum alment dansikvøld, og tað merkir bókstaviliga alment, sigur Julianna Joensen. Eingin skrá er fyri, hvør skipar hvat, ella um nakað einstakt felag eigur tørn.

Tað er fólk í ymsum aldri, sum kemur í dans eitt tílíkt kvøld.

Í ár vóru ikki so nógv ungfólk kortini. Og heldur ikki sær ein tey heilt gomlu.

Julianna Joensen, formaður í Sláið Ring, sigur, at í fjør vóru rættiliga nógv ungfólk hetta kvøldið. Hon heldur tó, at tað var helst tí, at tað fall saman við útlendskari vitjan, har ungir dansarar vóru í Føroyum.

Dansurin leygarkvøldið var í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Stóra høllin stóð klár, men var ongantíð nýtt, hóast onkur hevði hug at fara innar.

Tað var rættiliga heitt í Dansistovuni. Sagt verður úr Norðurlandahúsinum, at hitin einu løtuna var uppi á 30 stigum, og tá er ríkiliga heitt at dansa.

Tað merktiskt eisini á fólki, tí gingið varð dúgliga út og inn. Fólk sótu nógv í forhøllini, har svalligari var.

Annars verður sagt úr Norðurlandahúsinum, at orsøkin til tann nógva hitan er, at ventilatiónin ikki er nóg góð.

Men lagt verður aftrat, at nú er ætlanin at hjálpa upp á hana, so næstu ferð, dansinátt verður, skuldi ikki verið neyðugt at farið niður úr orsakað av hita.