VÍF-Neistin 25-21 (13-12)
Hondbóltur
Hóast VÍF uttan iva vóru favorittar at vinna dystin móti neistakvinnum mikukvøldið, so gjørdist hetta alt annað enn lætt hjá oddaliðnum. So at siga allan dysitn hevði Neistin gott tak á oddaliðnum, men serliga var tað ein einstøk hending, sum gjørdi sítt til, at oddaliðið ikki fekk glið á sítt spæl.
Nicoletta Radu, sum í ár hevur verið VÍF ein hollur stuðul, breyt beinið í einum hendiligum óhappi, og hetta setti so avgjørt sín dám á dystin fyri heimaliðið.
Hendiligt óhapp
Hjørleif Kúrberg, ið er annar av venjarunum hjá VÍF, sigur við Sosialin, at eftir tað sum hendi, eru tær fegnar um, at tyær yvirhøvur vunnu dystin.
- Hendingin setti so avgjørt sín dám á spælið. Fleiri av spælarunum tóktust skelkaðar um tilburðin, og tað sá eisini rættiliga ógvusligt út, tá Nicoleta fekk skaðan.
- Eg havi tosað við hana um, hvat tað var sum hendi, tá skaðin kom. Hon segði seg royna at bróta ígjøgnum neistaverjuna, og tær fóru einar tvær ella tríggjar upp. Onkursvegna lendi ein av neistakvinnunum á beininum hjá Nicoletu, tá hon royndi at fara, og úrslitið var, at sjálvur øklaknúturin er brotin.
Hjørleif leggur annars afturat, at talan so avgjørt ikki var um nakra tilætlaða ger móti sterka rumenanum, men at talan var um eitt hendiligt óhapp. Eitt óhapp, sum kann vísa seg at gerast ein stórur missur hjá VÍF.
- Hetta er sjálvandi ein stórur missur hjá okkum. Nicoleta er ein rættiligur all-round spælari, og ikki minst í verjuni er hon ein týdningarmikil partur av lionum, sigur Hjørleif.
Verður tungt
Annars heldur venjarin, at talan ongantíð var um nakran lættan dyst hjá VÍF mikukvøldið.
- Eg haldi at Neistin spældi bæði væl og skilagott, og tær høvdu eitt rættiliga gott tak á okkum. Manuela fekk heldur ikki gjørt tað stóra í málinum, og eftir óhappið hjá Nicoletu haldi eg ikki, at hon nart við nakað sum helst. Hallfríð Isaksen kom so í málið ístaðin, og eg hon átti so avgjørt sín stóra lut í, at vit komu heilskapaðar ígjøgnum dystin. Eisini sjálvt um úrslitið at enda als ikki var tað, sum var fremst í hugaheimi okkara.
- Sjálvandi átti Ioana Rápa eisini sín part. Hon skjýtur jú 11 av málunum hjá okkum, sigur Hjørleif um sjálvan dystin.
At Hjørleif hevur rætt í, at missurin av Nicoletu verður svárur, er einki at ivast í. Eftir eina heldur tama byrjan, hevur nýggi rumenin fingið ein alt meira týðandi leiklut á liðnum. Ikki minst hevur hetta verið sjónligt í dystunum móti hinum oddaliðunum, eins og hon í steypafinaluni var ein av absoluttu profilunum á VÍF liðnum.
Ilt er at siga, hvar VÍF skal fáa fólk inn fyri hana, tí er nakar veikleiki á VÍF liðnum, so er tað helst manglandi breiddin í hópinum. Nakrar eru tó á næst besta liðnum, sum áður hava spælt nógv við í fremstu deildini, og ivaleyst verður tað so, at onkur av hesum nú verður tikin við í hópin.
So er bara at vóna hjá vestmenningum, at hetta verður nóg mikið til at tryggja teimum FM-gullið. Tær hava í løtuni nakað at geva av, áðrenn næstu liðini fáa fatur á teimum, men hinvegin er skjótt, at fjáltur kann koma á.
Áður hava kvinnurnar tó sýnt, at tær eru gjørdar úr heilt serligum tilfari, og komandi vikurnar hava tær meira enn nakran tíð fyri neyðini at prógva, at so er.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 11(2), Sóley Mikkelsen 4(1), Fríða Marjunardóttir 2, Alis Høghamar 2, Nicoleta Radu 2, Manuela Stan 1, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 1, Randi Kúrberg 1, Jacklin Durhuus 1
Neistin: Katrin á Neystabø 5, Súna Mørk 5, Annika Thomsen 4(1), Mildrid Jacobsen 3, Birita Wardum 2, Bjørg Patursson 1(1), Susan Brockie 1
Brotskøst: VÍF 3, Neistin 2
Útvísingar: VÍF 4, Neistin 5
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen