Tungt hjá Stjørnuni

Tað var um reppið, at Stjørnan snávaði í heimadystinum móti StÍF

Hondbóltur

Tað var ikki væntandi, at Stjørnan skuldi fáa stórvegis trupulleikar av gestunum leygardagin. Gaman í var øvuta uppgerðin ein av teimum, har oddaliðið akkurát fekk skavað tvey stig saman, men stigatalvan tosaði somikið týðuliga um klassamun, at alt annað enn ein tryggur heimasigur var mest sum óhugsandi.

Noktaðu at gevast
Men tað var tó ikki heilt so óhugsandi. Fyrra hálvleik høvdu tær á heimaliðnum annars gott tak á, og hóast hvørki Alina Olaru ella Joan M. Djordjevic vóru við hesaferð, so tóktist hetta ikki skula nerva nakað stórvegis.
Uttan áður nevndu stuðulsleikarar, so fór tó spakuliga at tynnast hjá Stjørnuni. Tær megnaðu ikki á vanliga háttin at halda eini støðugari leikferð gjøgnum allan dystin, og tá tær kanska samtundis fóru at taka nakað lætt upp á uppgávuna, gjørdist seinni hálvleikur nakað væl meira spennandi, enn ætlanin mundi vera.
Serstakliga stóð nógv á seinastu knøppu tíggju minuttirnar. Kanska helt Stjørnan nú, at sigurin var heima, men StÍF vildi ikki geva skarvin yvir. Við trimum málum á rað minkaðu tær munin niður í eitt mál, og tó at Stjørnan svaraði hesum aftur einaferð, so fingu gestirnir aftur strítt seg á 24-23 bert lítlan minutt fyri leiklok.
Heimaliðið átti tó sítt time-out eftir, og nú varð hetta eisini tikið, so kalt vatn kundi sláast í blóðið. Tað eydnaðist eisini at koyra eitt trygt álop fram til avgerandi skoringina, og so var ikki meira, sum StÍF kundi gera. Enn einaferð høvdu tær verið heilt nær við at koppa Stjørnuni, men enn einaferð var staðfestingin, at eitt meistaralið ikki altíð er tað, sum spælir best. Men tað er tað, sum vinnur mest!

Fakta um dystin
Stjørnan-StÍF 25-23 (16-11)
Málskjúttar
Stjørnan: Annika Ljósstein 8(7), Katarina Stepanov 7, Anna Kristina Samson 4, Una Olsen 3, Bára S. Klakstein 2, Louisa Andreasen 1
StÍF: Poula D. Olsen 8, Rebekka Justinussen 6(1), Sunfríð B. Jacobsen 5(1), Malan Petersen 2, Paula B. Høgnesen 2
Brotskøst: Stjørnan 7, StÍF 6
Útvísingar: StÍF 1
Dómarar: Sámal Hansen & Dánjal Samuelsen