Hondbóltur
Við at vinna seg fram í ovara bólkin, hevði Kyndil sum so rokkið málinum, sum tær settu sær undan kappingarbyrjan.
Tí munnu spælararnir á liðnum eisini vera nøgdar við avrikið í Vági, hóast teir í seinna hálvleiki vóru greitt við undirlutan í dystinum móti VB.
Fyri steðgin hevði Kyndil annars fylgt væl við, og heimaáskoðararnir mundu eisini ótolnast nakað, tá tað ikki eydnaðist VB at leggja sjógv niður til mótstøðuna.
Men hetta kom í rættlag eftir steðgin. Kyndil fekk at kalla slettist ikki fylgt við, tá veruliga ferð varð sett á seinastu 20 minuttirnar. Tá broyttist støðan frá 14-14 til endaligu 23-16, og tað sigur helst eisini nakað um, at VB hevði eyka gearið í dystinum.
Fakta um dystin
VB-Kyndil 23-16 (10-10)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 8(3), Christina Holm 8(5), Rannvá Augustinussen 3, Laila Jespersen 3, Svava Vestergaard 1
Kyndil: Jórun S. Ludvig 5, Lina Andriulyta 5, Linda Weihe 2, Anja Heinadóttir 2, Súsanna Petersen 1, Hildur Høghamar 1
Brotskøst: VB 12, Kyndil 3
Útvísingar: VB 5, Kyndil 6
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen