2. deild
Vit eru framvegis frammanfyri ÍF. Hetta staðfestu NSÍ menninir, tá teir fóru av vøllinum í Fuglafirði, har teir høvdu tapt 2?0. Stigatalvan sigur, at hetta er satt, og tað sigur eisini, at fótbólturin í Runavík hevur tað nógv betri, enn fótbólturin í Fuglafirði hevur tað.
Næstbestu NSÍ menninir høvdu nógvar royndir. Trygvi Mortensen var ein brandur í málinum (millum annað bjargaði hann í 2. hálvleiki brotssparki), og frammanfyri seg hevði hann millum aðrar brøðurnar Eyðun og Oddfríða Gaardbo og longri frammi á vøllinum Sverra Justinussen.
NSÍ hevði ikki nógvar upplagdar møguleikar, men tá heimaliðið hevði ilt við at koma avgerandi framum, so var spenningur alla tíðina um, um NSÍ álopið eina ferð skuldi megna at sleppa frá Torsteini Joensen og teimum í ÍF verjuni og fáa bóltin innum Ken Bærentsen.
ÍF vann 2?0, men tað var ikki fyrrenn tað restaði ein lítil løta, at teir skoraðu seinna málið. Eyðálvur R. Petersen misnýtti bortssparkið, sum ÍF fekk, tá ein NSÍ maður púra ómotiverað tók bóltin eftir hornaspark og tískil fekk reyða kortið.
Eyðálvur R. Petersen skoraði til 2?0 við fínum skoti úr 16 metrum og eitt sindur til høgru. Trygvi Mortensen fekk ytsta lið á fingrinum á, men bólturin fór umvegis handara stólpan og í netið.
Í 1. hálvleiki hevði Jan Jørgensen skorað til 1?0, eftir at bólturin var stungin fram ímillum. Jan Jørgensen vaks upp í NSÍ. Síðst í áttati árunum var hann evnaríkur ungur spælari. Níti árini hevur hann verið á flatlondum. Nú er hann aftur í Føroyum, og hóast fótbóltsaldurin er høgur, so er hann kærkomin styrkur hjá ÍF.
Fuglfirðingar høvdu í 2. hálvleiki nógvar hálvar møguleikar, men teir vóru lítið neyvir.
2. deild ÍF?NSÍ 2?0 (1?0)
1?0: Jan Jørgensen
2?0: Eyðálvur R. Petersen