TB ? Fossanes 3 ? 0
25-18, 25-15, 25-20
Seinasti dysturin í meistaradeildini var millum TB og Fossanes. Fossanes er nýggja liðið í meistaradeidini hjá kvinnum. Tað er torført hjá nýggjum liðum at standa seg í kappingini í meistaradeildini, og so verður eisini hjá Fossanesi.
Mist nógv
Í TB er støðan ikki so góð, tí fleiri av leikarunum eru ikki við í ár. Dysturin var eisini merktur av, at bæði liðini eru ung. Villurnar vóru rættiliga nógvar, og sum heild var dysturin ikki nakað at reypa av. TB læt tó ongan iva vera um, at tær vóru betra liðið, men Fossanes varð ikki avbukað.
Venjari hjá Fossanesi er Jón Kári Frederiksen. Hann hevur drúgvar royndir í flogbólti. Leiakrarnir á liðnum hjá Fossanesi eru ungir, og tí er einki at ivast í, at nógv kann koma burtur úr samarbeiðnum. Hetta kappingarárið verður tó ógvuliga hart og helst ein bardagi um ikki at enda aftast.