Tungt hjá føroyska U19-liðnum

Tað hevur ikki gingist nakað serligt hjá føroyska U19-landsliðnum í teimum báðum fyrstu dystunum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Føroyum.

Fríggjadagin fór EM-undankappingin hjá føroyska U19-landsliðnum av bakkastokki á heimavølli. Hini trý londini í bólkinum, sum føroyska liðið kappast við, eru Grikkaland, Ungarn og Wales. Føroyar hava longu spælt móti grikkum og ungarum, og tað hevur ikki gingið meiri enn næstbest.

Stórtap fyri Grikkalandi
Fyrsti dysturin hjá føroyska landsliðnum var móti Grikkalandi á Svangaskarði fríggjadagin. Tað sást beinan vegin í dystinum, at grikkar vóru væl sterkari enn okkara, og tað gingu ikki meiri enn níggju minuttir,so hevði Stelios Iliadis lagt Grikkaland á odda.
Føroyingarnir vóru nógv trýstir í fyrra hálvleiki, og tá ið komið var um miðjan fyrra hálvleik, økti Antonis Petropoulos til 2-0 fyri grikkar. Christos Lisgaras gjørdi tað til 3-0 stutta løtu seinni, og beint fyri hálvleiki var Antonis Petropoulos aftur á blettinum og legði Grikkaland á odda 4-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Eftir steðgin fingu føroysku unglingarnir skipanina hjá sær at virka betur, og tískil blivu grikkarnir ikki eins vandamiklir, sum teir høvdu verið í fyrra hálvleiki. Eisini eydnaðist tað føroyingunum at spæla seg til onkran málmøguleika, men uttan at nakað tó spurdist burtur úr.
Bert tað eina málið kom í seinna hálvleiki, og tað syrgdi innskifti grikski miðvallarin, Charalambos Perperidis, fyri, tá ið eitt ein hálvur tími var eftir at leika.
Føroyska liðið móti Grikkalandi var hetta: Tórur Thomsen NSÍ, Jónas Tór Næs BK Frem, Fritleif í Lambanum ÍF, Poul N. Poulsen VB, Jóhan V. Gunnarsson B36, Símun Louis Jacobsen GÍ, Arnbjørn T. Hansen EB/Streymur(59. Bogi Hermansen BK Frem), Páll M. Joensen HB, Julian Samuelsen KÍ(67. Johan E. R. Mouritsen HB), Jóhan Petur Poulsen B68 og Leif Niclasen EB/Streymur(80. Poul T. Dam HB)

Javnari móti Ungarn
Sunnudagin var føroyska liðið aftur í eldinum, tá ið spælt varð ímóti Ungarn á Tórsvølli. Hesa ferð gekk betri hjá føroyingunum, sum tó aftur hesaferð noyddust at síggja mótstøðuliðið leggja seg á odda heilt tíðliga í dystinum, tí at bert fimm minuttir vóru leiktir, tá ið Balazs Dzsudzsak legði Ungarn á odda.
Hetta fekk tó ikki føroysku leikararnar at fella í fátt, og teir stríddust manniliga. Onkrir møguleikar vóru eisini hjá okkara at fáa mál, men ístaðin økti Ungarn um leiðsluna beint fyri steðgin, tá ið Istvan Ladoczki var á rætta staðnum.
Í seinna hálvleiki var spælið rættuliga javnt, men Ungarn hevði helst eina lítla yvirvág. Tað var tó rættuliga týðuligt, at mótstøðuliðið hesaferð ikki var eins sterkt, sum tað grikska, ið føroyingarnir høvdu dystast við tveir dagar frammanundan.
Ungarar fingu tó eitt mál afturat, tá ið ein hálvur tími var eftir at leika. Brotsspark var dømt til gestirnar, og tað setti Balazs Dzsudzsak trygt í netið til 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Teir ellivu, ið byrjaðu dystin móti Ungarn fyri Føroyar, vóru hesir: Gunnar Nielsen BK Frem, Jónas Tór Næs BK Frem, Poul N. Poulsen VB, Jóhan V. Gunnarsson B36, Símun Louis Jacobsen GÍ, Páll M. Joensen HB, Julian Samuelsen KÍ, Jóhan E. R. Mouritsen HB, Jóhan Petur Poulsen B68, Leif Niclasen EB/Streymur, Bogi Hermansen BK Frem.
Í dag skulu føroysku unglingarnir aftur í eldin, og tá verður mótstøðuliðið Wales. Tann dysturin verður leiktur á Svangaskarði í dag klokkan 15, og tað er ókeypis atgongd til dystin.
Dysturin móti walisum verður óivað sera trupul, tí Wales hevur í sínum báðum fyrstu dystum vunnið 1-0 á Ungarn, og spælt javnleik 0-0 móti Grikkalandi. Seinasti dysturin í EM-undankappingini í Føroyum verður á Tórsvølli í dag klokkan 15, tá ið Grikkaland og Ungarn hittast.