Tungt hjá djúpvatnstrolarunum

Djúpvatnstrolararnir mugu avreiða eitt tons av upsa fyri at keypa eitt tons av olju -Djúpvatnstrolararnir mugu gjalda við einum tonsi av upsa, um teir skulu keypa eitt tons av olju. So nógv er oljuprísurin hækkaður, og tað kann gera av við flotan, sigur formaðurin í felagnum hjá lemmatrolarunum, Mikkjal Hammer, við Kringvarpið.

Mikkjal Hammer sigur, at felagið hevur roynt at koma á tal við politikararnar um vánaligu støðuna, men at einki so hendir.

Teir 13 djúpvatnstrolararnir, sum flóta tungt í sjónum í løtuni, fáa 5,00 krónur fyri kilo av upsa, tá avreitt verður, og gjalda 4,50 krónur fyri liturin av olju, tá bunkrað verður.

-Eg veit ikki um, at nakar ætlar at gevast, men eg rokni við at summir steðga á, sigur Mikkjal Hammer.

Kelda: Kringvarpið