Eftir at hava verið virkin í tvey ár er dreymurin um eina fólkakirkju á netinum ikki vorðin veruleiki.
Upprunaliga vóru eini 40 sjálvbodnir prestar, sum skuldu taka sær av hesi net-kirkjuni, men nú eru bert 20 teirra eftir. Í veruleikanum hevur hetta ført við sær, at kirkjan bert hevur verið opin í 20 tímar, meðan endamálið var at vera opin alt samdøgrið.
Sóknarpresturin, Poul Bo B. Sørensen sum var ein av stigtakarunum, heldur at donsku biskupparnir eiga at skipa so fyri, at fast vaktarhald verður í net-kirkjuni.
Biskuppurin í Roskilde, Jan Lindhart heldur hinvegin ikki, at tað er gjørligt at áleggja prestunum enn fleiri uppgávur enn teir hava frammanundan. Hann heldur tað vera óneyðugt at hava net-kirkjuna opna á nátt.