Tungt at vera ráðgevi í fólkaskúlanum, tá fyrisiting og politikarar ikki fylgja okkara ráðum

Tá arbeitt varð við álitinum um nýggja fólkaskúlalóg í 1996-97 sendi landsstýrið álitið til ráðgevararnar í fólkaskúlanum til ummælis. Nú tá fólkask´lin liggur lamin, tí stríð hevur tikið seg upp millum Føroya Lærarafelag og landsstýrið um nýggju fólkaskúlalógina - kom eg at hugsa um tær viðmerkingar, sum eg sendi Landsstýrinum (avrit varð sent Føroya Lærarafelag) men eg má bara siga, at tungt er at arbeiða sum ráðgevi, tá fyrisiting og politikarar ikki fylgja okkara ráðum.

Brævið, sum eg sendi landsstýrinum, var soljóðandi:


Tórshavn 15.02.97


Føroya Landsstýri

att: Eilif Samuelsen, landsstýrismaður

Boks 64

FO-110 Tórshavn


Viðvíkjandi: Álitið um nýggja fólkaskúlalóg


Undirritaði er ráðgevi hjá Landsskúlafyrisitingini og Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð fyri hevur fingið álitið um nýggja fólkaskúlalóg sendandi til ummælis. Eg eri biðin um at gera mínar viðmerkingar til uppskotið og senda tær til landsstýrismannin í Undirvísingarmálum áðrenn 17. februar 1997.

Álitið um nýggja fólkaskúlalóg er sera áhugavert og inniheldur eisini ymsa spennandi nýhugsan, men eg haldi, at tíðin til at viðgera álítið í hevur verið alt ov stutt, og kann hetta koma okkum aftur um brekku. Tí haldi eg, at vit áttu at givið okkum meira tíð so lærarar, skúlanevndir, foreldur og politikarar kundu viðgjørt álitið meira gjølla, og so sett lógina í gildi um 3-5 ár.

Líta vit aftur um bak og hyggja at, hvussu tær ymisku skúlalógirnar hava roynst, so hava tær eitt felags eyðkenni: Tann fíggjarligi karmurin hevur ikki verið í lagi, tá lógirnar hava verið settar í gildi. Hetta hevur m.a. ført við sær, at lærarar og næmingar koma í klemmu, tí hóskandi læribøkur, undirvísingaramboð, tól og hølir hava ikki verið til taks í neyðugan mun. Harafturat hava møguleikarnir at eftirútbúgva lærarar eisini verið ov vánaligir.

Vit hava júst havt eitt tógvi stríð fyri at fingið skúlarnar til at gjørt lesiætlanir eftir galdandi lóg og fáa vit nú eina nýggja skúlalóg, so skal alt endurskoðast um aftur. Hetta er sera óheppi, og kostar eisini pening.

Fyri fáum árum síðani hevur Lesiætlanarnevndin gjørt eitt megnar arbeiði við at útgeva bøkurnar Fólkaskúlin, almenni parturin og Fólkaskúlin, yrkisligi parturin. Báðar bøkurnar eru út frá galdandi skúlalóg, og tí er tað sera óheppi longu nú at fara at gera broytingar. Hetta kostar eisini pening.

Føroya landsstýri arbeiðir júst við einum uppskoti um eina kommunusamanlegging. Tað kann tí henda, at skúlaøkini verða broytt um stutta tíð. Tí hevði verið betur, um kommunusamanleggingin varð framd, áðrenn vit fingu eina nýggja skúlalóg.

Danir hava júst fingið eina nýggja skúlalóg. Áðrenn lógin kom í gildi var ein nevnd undir »Folkeskolerådet« sett til at gera eina kanning um m.a. »at vurdere den nye folkeskolelov og de kommende læseplaners krav til undervisningens indhold og arbejdsformer«. Kanningin vísti, at nýggja fólkaskúlalógin kom at kosta umleið 10 milliardir krónur fyri stat og kommunur.

Í Føroyum er ongin kanning gjørd fyri at vita, hvat ein nýggj fólkaskúlalóg kostar, um vit skulu liva upp til krøvini í nýggju lógini. Tær føroysku kommunurnar hava ongantíð í nýggjari tíð verið so illa fyri fíggjarliga sum beint nú og sitandi landsstýrir hava kappast um at seta stórar sparingar í verk á skúlaøkinum. Tí bendir alt á, at hvørki landsstýrið ella kommunurnar hava avsett nakran pening til eina nýggja skúlalóg.

Samanumtikið meti eg, at vit áttu at givið okkum betri tíð til at viðgera nýggja álitið og so um nøkur ár ? tá vit vónandi verða fíggjarliga betur fyri - at fingið eina nýggja skúlalóg, soleiðis at vit ikki aftur hesa ferð gera sama feil, sum vit hava gjørt fleiri ferðir áður.


Vinarlig heilsan

Hans Eli Hansen

lærigreinaráðgevi


Hvørki politikkarar ella fyrisitingin lurtaðu eftir okkara ráðum ? tað var spell, tí onki forðaði fyri, at vit góvu okkum meira tíð til at fyrireika lógina, og so kundu vit sett hana í gildið um nøkur ár, tá ráðini vóru betur.