Tungt at venda

Eftir fjórða tapið á rað var tað sjálvandi ein vónbrotin liðskipari hjá B36, sum vit fingu orð á, tá tapið móti AB var veruleiki.

- Hetta er avgjørt ikki nøktandi hjá okkum. Eg veit ikki reiðiliga, hvat tað er, men tað virkar, sum um koppar alt alla tíðina ímóti okkum fyri tíðina, sigur Klæmint Matras.

Tit síggja út til at hava gott tak á dystinum fyri steðgin. Hvat gongur galið í seinna hálvleiki?

- Eg veit ikki, um tað gongur nakað galið. Og vit eru sum so eisini stýrandi eftir steðgin. Men teir fáa eitt straffi, sum eg ikki dugi at síggja. Og tað tykist, sum er tað alla tíðina soleiðis, at tingini ikki koppa til okkara fyrimun.

So tað er kanska ein spurningur um hesar væl kendu marginalarnar?

- Í øllum førum er tað øgiliga ringt at koma burtur úr hesum ringa stimanum. Men tað mugu vit so royna at arbeiða okkum úr, sigur Klæmint Matras.