Hvørja ferð, eitt fólk doyr í ferðsluni, er tað ein ógvuslig og skelkandi hending. Ein slíkur skelkur kann hava varandi sálarligar trupulleikar við sær, ikki bara hjá teimum avvarðandi ella nærmastu, men eisini teimum, ið eru vitni til eina slíka ferðsluvanlukku.
Men tað er hjálp at fáa, tí í oktobur mánaði 2001 skrivaðu Meginfelag Sjúkrakassa
Føroya og felagið Føroyskir Sálarfrøðingar undir sáttmála um ískoyti til sálarfrøðiliga kreppuhjálp.
- Tey eru ikki so fá, sum antin hava verið við í ferðsluvanlukkum, hava mist ein kæran ella ein, ið tey kenna, sum venda sær til okkara, sigur Anna Debes Hentze, sum er ein av teimum, ið kann veita sálarfrøðiliga kreppuhjálp.
Hon sigur, at í Føroyum hevur tað ikki verið siðvenja at leita sær sálarhjálp, tí tað er nakað, vit mugu klára sjálvi. Og tað eru eisini fleiri, ið klára at koma gjøgnum skelkin og missin sjálvi.
- Men tað eru fólk, ið hava fingið so stóran skelk, at tey hava fyri neyðini at fáa serkøna hjálp.
- Summi hava ógvuliga ilt við at lata seg upp fyri øðrum, og tað kann vera sera stríggið at syrgja í einsemi; tá er gott at kunna koma til ein, tú ikki kennir, og sum tú veitst hevur fulla tagnarskyldu, sigur hon.
Á apotekunum kring landið og hjá kommunulæknunum finst ein faldari við
upplýsingum um,hvussu tú kanst fáa hesa hjálp. Eisini kanst tú fara inn á heimasíðuna, www.psykolog.fo.









