Tungt at missa

Veteranurin á vinstra bakki hjá B68, Øssur Hansen, var alt annað enn nøgdur um mátan, sum HB fekk sigursmálið uppá. Ikki so nógv, at talan var um mál í evstu løtu, men meira tí hann metti, at dómarin gav HB ov stóran fyrimun seinastu løtuna.
- Hann skuldi ongan tíð havt dømt hatta frísparkið, sum ger, at teir fasthalda pressið. Tað gevur teimum so eitt horna, og so skora teir at enda. Eg eri í øllum førum sannførdur um, at talan var um klokkureina tackling frá Arnbjørn, segði Øssur.
Og hann duldi ikki fyri, at teir vóru harmir um, at eina stigið var gloppið teimum av hendi.
- Vit spæla fyri tað mesta beint eftir bókini. Sjálvandi hava teir nógv spæl, men vóru vit nóg avgjørdir, so kundi vit enntá havt vunnið dystin. Ístaðin missa vit alt á stokkinum, og tað er sjálvandi sera harmiligt, staðfesti Øssur.