Tungmálmurin hevur tað gott í Føroyum

- Wacken Metal Battle Føroyar hevur víst seg at vera ein góður pallur fyri tungmálm í Føroyum, sigur Teitur Egholm Fossaberg, ein av fyriskiparnum.

- Wacken Metal Battle Føroyar hevur víst seg at vera ein góður pallur fyri tungmálm í Føroyum, sigur Teitur Egholm Fossaberg, ein av fyriskiparnum.

Teitur hevur saman við øðrum stovna felagsskapin “Upp við Hornunum”, ið skipar fyri tungmálmstiltøkum m.a. Wacken Metal Battle Føroyar. Teitur sigur, at teirra arbeiði hevur víst seg at vera jaligt fyri tónleika umhvørvið.

- Hetta sæst aftur til seinastu tiltøkini hjá okkum í Sirkus, og tá vit hildu “Jólamálm” í Perluni 2. jólakvøld fyri góðum mánaða síðani. Fitt av fólki kemur saman um tónleikin og at stuðla teimum føroysku bólkunum tá teir spæla, sigur Teitur

Fyrstu ferð kappingin var í Føroyum var huglagið og samanhaldið framúr, og var tað gleði um tungmálm, iðeyðkendi fyrstu kappingina.  

Tá fyrsti vinnarin Hamferð vann altjóða kappingina í Týsklandi, gjørdist tað bara uppaftur betur.



Fyrireikararnir meta,  at Wacken Metal Battle Føroyar hevur verið vil til at eggja aðrar spírandi bólkar at royna seg. Tí var støðið eisini líka høgt í 2013 við teimum átta bólkunum ið luttóku, og við Heljareyga sum høvuðsnavn. Vinnandi bólkurin SIC, fekk eisini sera góð skoðsmál í finaluni, og er hetta tekin um at støðið er høgt í Føroyum.

Leygarkvøldið 8. mars verðurWacken Metal Battle Føroyar aftur í Sjónleikarahúsinum í Havn.

 

Bólkar kunnu melda seg til kappingina fram til 21. februar. Meira fast at vita um tilmelding við at senda teldupost til teitur(at)tutl.com. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjasølu verður tøk í næstum.