Tunglyndi í annaðkvøld

Tað er í annaðkvøld, at fyrilestur verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin um tunglyndi.

Tað er í annaðkvøld, at Psykiatriski Depilin skipar fyri almennum fyrilestri í Runavík um tunglyndi. Tiltakið er partur av kunnandi átaki um sálarsjúku.

 

Tormóður Stórá, serlækni á Psykiatriska Deplinum, fer at greiða frá um tunglyndi, og Anna á Reynatrøð fer at greiða frá egnum upplivingum av sjúkuni.

 

Fyrilesturin verður klokkan 19 í kantinuni í skúlanum við Løkin í Runavík og tltakið, sum er við í skránni um mentanarvikuna, er alment og ókeypis.