Tunglyndi á breddan

Tann 10. oktober er Altjóða Psykiatridagur og í Føroyum verður hann hildin við tiltaki í Perluni í Havn.

Sinnisbati skipar fyri tiltaki í Perluni í Havn á Altjóða Psykiatridegnum. Hóskvøldið fara Grækaris D. Magnussen og Regin Jóanesarson at hava frásagnir um, hvussu tað er at liva við tunglyndi og samstundis hava eitt virkið og gott lív.

 

- Eg fari at greiða frá mínum lívsroyndum. Í mínum føri snýr tað seg um at liva við tunglyndi og at greiða frá tíðini aftan á, at eg fekk at vita hvat hetta var, og at tað var júst hetta, ið ávirkaði mítt lív, sigur Regin Jóanesarson við in.fo.

 

- Eg havi óivað verið plágaður av tunglyndi langt innan eg visti hvat hetta var fyri nakað, leggur hann afturat.

 

Hóskvøldið fer hann sjálvur annar at hava frásøgn um sínar upplivingar við sálarheilsuvbjóðingini, ið nevnist tunglyndi. Aftaná frásagnirnar verður høvi at seta spurningar.

 

Í steðginum spælir Sámal Ravnsfjall.

 

Tiltakið í Perluni hóskvøldið byrjar klokkan 19:30.

 

 

Á myndini sæst Regin Jóanesarson, sum er íðin rennari.