2. deild menn:
Skála-NSÍ 2-6 (1-1)
Tað sást aftur, at eini seks av spælarunum hjá Skála eisini venja miðvíst fram til Europa-Cup dystirnar hjá StÍF í hondbólti.
Venjingin í hondbóltinum hevur verið hørð farnu vikuna, og tá fleiri av stuðulsspælarunum hjá Skála hesaferð høvdu tung bein, bar illa til at fáa nakað burtur úr móti NSÍ-liðnum, sum er við í ovaru hálvu av deildini.
Heimaliðið legði seg tó fram um tíðliga í dystinum. Eftir fimm minuttir var NSÍ-verjan í gávuhýri og Bogi Gregersen, sum var spældur leysur av einum verjuspælara hjá NSÍ, skoraði til 1-0.
Tá hálvur timi var farin javnaði NSÍ. Bergur Hansen fekk bóltin í vinstru og sendi hegnisliga bóltin í handara málhorn.
Eftir hálvleikssteðgin skoraði NSÍ beinanveg. Aftur var tað Bergur Hansen, sum var upp á spæl, og aftur hesaferð fekk hann gott skot á eftir hornasparksstøðu, og bólturin sat undir nettakinum.
Tá fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki økti NSÍ til 3-1, tá Bergur Hansen fór til baklinjuna og legði innfyri. Har var Jan Nónklett óvardur og skoraði. Tað gjørdi hann eisini, tá ein knappur tími var farin. Hann snýtti rangstøðufelluna hjá Skála og skoraði til 4-1.
Bent Djurhuus minkaði til 4-2, tá hann varð spældur leysur. Eftir tað hevði Skála nógv spæl eina løtu, og teir fingu eisini onkrar kjansir, men einki spurdist burtur úr. Ístaðin økti NSÍ tvær ferðir móti endanum av dystinum, tá verjuparturin hjá heimaliðnum var vorðin nakað tunnur.
Ken Nónklett vildi ikki standa aftanfyri tvíburðabróður sín Jan, og hann skoraði eisini tvey mál. Fyrst stútaði hann bóltin í málið, og síðani fekk hann gott skot á nakað úti frá eftir innkast.
NSÍ hevði seinastu løtuna fleiri kjansir at gera mál, og sigurin kundi hesa løtuna, tá heimaliðið ikki tóktist orka meira, vorðið størri.
Skála liggur frammanfyri niðurflytingarplássini, men teir hava framvegis nógv eftir at spæla um, og møguleikarniar at halda liðnum í deildini gerast ikki betri av, at Europa-Cup hondbóltur er á skránni á Skála í næstu viku.