Tungir havnarmenn til Løkin

Í NSÍ staðfesta teir, at árið mest sum er farið, men skal nakar møguleiki fyri metallið vera, skal sigurin móti B36 í hús

Upptakt

Stóri spurningurin til dystin verður helst, hvussu standurin á nýkosnu steypafinalistunum er, tá teir fara til Runavík. Fyri vist vita teir, at hvørki Alex José Dos Santos ella Mikkjal Thomassen eru við. Teir eru báðir leikbannaðir, eftir ávíkavist reytt kort í steypakappingini og ov nógv gul kort í landskappingini.
Hvussu verður við hinum spælarunum í hópinum, er ilt at siga. Hósdagin tóku teir sær av løttum í B36, har svimjing og sauna var á skránni, og so verður hugt eftir, hvussu hvør einstakur er fyri. Óhugsandi er tó ikki, at einstakar broytingar verða framdar á liðnum.

Árið mest sum farið
Í Runavík eru allir mans tøkir til uppgávuna. Í so máta er standurin góður, men tað skerst ikki burtur, at hýrurin á spælarunum kundi verið nakað betri.
Av seinastu fimm dystunum eru teir fýra taptir, og tí hevur NSÍ mist mest sum allar møguleikar fyri europiskum bólti komandi kappingarár. Matematiskt ber tó enn til at ota seg at bronsuni, og fremsta kravið í so máta er ein sigur, nú B36 kemur á vitjan.