Tøl eru takksom. Kundu vendast og brúkast. Fyri og ímóti. Aftur og fram. Men tølini í Prix Føroyum boðað frá eini livandi og skapandi kapping, sum tykist hava størri undirtøku og týdning í føroyskum tónleiki enn nakrantíð áður.
Tað eru gingnir góðir 3.600 dagar, síðani fyrsta kappingin í Prix Føroyum varð hildin. Árið var 1995, tíðin var tann reina kreppa, men skapandi spírar og gamlir rockarar veitraðu ikki við hvíta flagginum. Prix Føroyar var tað nýggja átakið hjá Norðurlandahúsinum og samstarvsfeløgum, og áhugin hjá føroyskum tónleikarum var beinanveg til staðar.
Eitt var Futti á ferð. Tað gjørdist til Prix á flogi. Kring landið við sjarmu og smílu. Og so tann stóra finalan í mentanarborgini í Havn ? Norðurlandahúsinum.
Hjarnar, Moirae, Wolfgang, Tinganest og onnur brillieraðu í teimum døgum. Moirae vann ? kappingina. Men føroyskur tónleikur hevði vunnið við tí nýggja og spennandi tiltakinum, sum síðani hevur fingið føroyskar tónleikarar og bólkar at skriva og spæla egnar sangir ? nógv meira enn tað var vanligt áðrenn Prixið ? og skapt nógv størri umtalu, tilvitan og áhuga fyri føroyskum tónleiki ? bæði heima og burturi.
Síðani 1995 hava seks Prix Føroyar tónleikakappingar verið. Eini 25 innleiðandi kappingar hava verið, og í hesum kappingum hava fleiri enn hundrað bólkar verið við. Teir fleiri hundrað tónleikararnir hava skrivað fleiri hundrað nýggjar sangir til kappingarnar.
Nógv tøl. Men eisini nógvur góður tónleikur, nógv góð upplivilsi og nógvir møguleikar.
Trupul dómarauppgáva
Prix Føroyar 2005 byrjaði eitt leygarkvøld fyrst í februar mánaði. Pallurin fyri tey innleiðandi umførini var aftur hesaferð Mentanarhúsið í Fuglafirði, sum fyri tveimum árum síðani gav Prix-tiltakinum eitt lyft.
Fyrireikararnir høvdu valt 24 bólkar burtur úr teimum stívliga 30 bólkunum, sum høvdu teknað seg til kappingina, og longu í fyrsta umfari vísti tað seg, at kappingin í ár fór at verða góð og hørð. Nógvir og fjølbroyttir bólkar við vælspældum tónleiki vóru við í kappingini, og tað var kanska ikki so løgið, at dómararnir fleiri ferðir komu í fokus, tá ið teir skulu loysa sera trupulu uppgávuna at taka dagar ímillum teir ymsu bólkarnar.
Teir útróptu favorittarnir stóðu seg væl í kappingini í ár, men longu í fyrsta umfarið kom eitt lítið yvirraskilsi, tá ið tað ikki eydnaðist Déjá Vu at koma víðari frá kappingini. Bólkurin, sum fyri tveimum árum síðani endaði nummar 2, fall á gáttuni, og teir meira frísku og svingandi bólkarnir, Lama Sea og GoGo Blues struku við teimum fremstu plássunum, meðan Déjá Vu tóktist koyra nakað í sama molli, sum fyri tveimum árum síðani.
Til annað innleiðandi umfarið í Prixnum vóru tað teir báðir mest etableraðu bólkarnir, sum fóru avstað við sigrinum, meðan teir yngru og onkur meira nýskapandi bólkur var við sviðusoð.
Side Effect hevur trý tey seinastu Prixini verður mettur sum ein nýskandi og øðrvísi bólkur í føroyska tónleikaumhvørvinum, men hann er ongantíð sloppin inn í Prix-hitan, og aftur hesaferð stóð hann uttanfyri, tá ið dómararnir høvdu talað. Hinvegin vórðu Makrel og All That Rain bodnir inn í hitan, og hesir báðir bólkar hava áður verið við í Prix-finaluni ? Makrel fyri tveimum árum síðani og All That Rain fyri fýra árum síðani.
Teir tungu móti teimum ungu
Tveir av tungu dreingjunum í føroyskum popptónleiki vóru við í triðja og fjórða innleiðandi umfari. Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen skuldu til Prix-próvtøku meira enn 20 ár eftir, at teir fóru at skriva sínar kendu poppsangir.
Spurningurin var so, um teir framvegis standa mát í eini nýggjum ártúsund við eini ørgrynnu av skapandi føroyskum tónleikarum.
Og tað gera teir. Bæði Eyðun og Terji ? sum einaferð gingu undir navninum Eyðun & Terji ? brynjaðu seg við nøkrum av bestu og mest garvaðu popptónleikarum í landinum. Eyðun við Showmonnum og Terji við fleiri Føstufressum.
Eyðun stóð fyrst fyri, og í einum umfari, har nógvur góður og melodiøsur popptónleikur, var Eyðun á toppinum við nýggjum og fangandi poppsangum. Eitt sindur av rock ´n roll og eitt sindur av søtum kærleikstónum, og so var Eyðun komin víðari saman við Lawetz, sum aftur hesaferð útmerkaði seg við svingandi popptónleiki.
Terji Rasmussen var við í tí seinasta umfarinum, og har fekk hann kapping frá millum annað Kristleif Zachariassen og Braquet, sum var í finaluni fyri tveimum árum síðani.
Eisini Terji Rasmussen kláraði at spæla seg víðari í kappingini við væl spældum popprocki, og saman við honum kom Kristleif eisini víðari. Vísusangarin, sum hevur ment seg til ein frálíkan sangskrivara við egnum bólki, stóð seg væl ímóti teimum meira rockkendu bólkunum.
Braquet við gittarsnillinginum Arna Zachariassen sum einum jokara varð ikki sendur víðari í kappingini, hóast bólkurin spældi kristiligan tónleik við lív og sál.
Hálvfinala
Hálvfinalan í Trongisvági var meira enn ein hálv finala, tí í hesari kapping vóru átta frálíkir bólkar, sum skuldu stríðast um trý pláss í finaluni. At Útvarpið og Sjónvarpið bæði sendu beinleiðis frá tiltakinum, gjørdi hesa seinastu innleiðandi kappingina til meira enn bara tað.
Dómararnir høvdu aftur hesaferð eina næstan vónleysa uppgávu at taka dagar ímillum bólkar, tónleikarar og tónleik. Hóast ágangurin ímóti teimum var stórur, so høvdu summir dirvið til at standa fram og viðurkenna seg sín leiklut. Og teir dømdu Eyðun Nolsøe, Terja Rasmussen og GoGo Blues til at vera bestu bólkarnar hetta kvøldið.
Fjepparaskarar hjá teimum ymsu bólkunum hildu seg vera við skerdan lut, og tað merkti eitt sindur avdúkingina av úrslitinum, og ikki minst teir næstu dagarnar í miðlunum.
Nú er seinasta takið ? tað stóra takið ? fyri framman, og vinnarin av Prix Føroyum 2005 skal finnast í einum meldri av góðum føroyskum tónleikaundirhaldi, virðislønum og øðrum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Tøl eru tolin. Tríggir bólkar spæla í 15 minuttir hvør, og so skal vinnarin finnast. Talið 1 verður hesaferð sum aðrar ferðir tað gylta, men aðrir bólkar sleppa sannliga eisini upp í tað stóra gildinum við vinningum av ymsum slagi ? ja, næstan uttan tal.
- - - -
PRIX 2005
Prixið Føroyar 2005 hevur í ár verið skipað við fýra innleiðandi kappingum, har tveir bólkar koma víðari til eina hálvfinalu. Frá hálvfinaluni vórðu tríggir bólkar valdir til finaluna í Prixnum, sum verður partur av nýggja tiltakinum, Atlantic Music Event. Øll tey innleiðandi umførini vóru í Fuglafirði, hálvfinalan var á Tvøroyri og finalan verður í Norðurlandahúsinum í Havn.
1. umfar, 4. februar
Go Go Blues
Paradox
Dimmi
SIC
DejaVu
Lama Sea
Vinnarar: Lama Sea og GoGo Blues
2. umfar, 12. februar
Ph 5,5.
Side Effect
All that Rain
Makrel
Róp
MMM
Vinnarar: All That Rain & Makrel
3. umfar, 26. februar
Eyðun Nolsøe
Lawetz
ROK
Direct Level
Frostbit
India
Vinnarar: Lawetz & Eyðun Nolsøe
4. umfar, 5. mars
Braquet
Kristleif Zachariasen
Synarchy
EGR2PLZ
Terji Rasmussen Band
onkikanndiskuterast.altkann
Vinnarar: Kristleif Zachariassen & Terji Rasmussen Band
Hálvfinala, 2. apríl
Kristleif Zachariassen
Terji Rasmussen Band
Lawetz
Eyðun Nolsøe
All That Rain
Makrel
Lama Sea
GoGo Blues
Vinnarar: Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen & GoGo Blues
Finala, 23. apríl
Eyðun Nolsøe
Terji Rasmussen
GoGo Blues
Nógvir vinningar
? Høvuðsvinningurin til Prix Føroyar 2005 er ein vika í studio. Mentamálaráðið og Atlantic Airways lata vinningin.
? Listastevna Føroya - august 2006 - bjóðar vinnaranum av Prix Føroyar kappingini at spæla á Listastevnuni 2006.
? Jelling Musikfestival saman við Atlantic Airways - mai 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá Atlantic Music Event.
? NIBE-Festival saman við Atlantic Airways - juni 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá Atlantic Music Event.
? Ólavsøkukonsertin 2005 - Vinnarin skal spæla á Ólavsøkukonsertini.
? G-Festivalurin - velur minst ein bólk frá Atlantic Music Event.
? Musikhuset VEGA í Keypmannahavn bjóðar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í VEGA í 2005.
? Summarfestivalurin 2005 - velur minst ein bólk frá Atlantic Music Event.
? Nipiaa Rockfestival í Aasiaat í Grønlandi - august 2005 - bjóðar í minsta lagi einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla á rockfestivalinum 2005.
? AIRWAVES í Íslandi - oktober 2005. Møguleiki verður latin upp fyri at fáa føroyskar bólkar at spæla á Airwaves 2005.
? »Peace & Love Festivalurin« í Svøríki bjóðar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í Svøríki summarið í 2005.
? »Popaganda« í Svøríki velir sær ein bólk frá Atlantic Music Event.
? Storås Festivalurin í Noregi velir sær ein bólk frá Atlantic Music Event at spæla á sínum festivali í summar.