Jústinus Leivsson Eidesgaard
Politiska lívið verður keðiligari næstu mánaðarnar, tí tjóðveldisflokkurin eigur neyvan nakran akkurát nú, sum kann fylla holið eftir litríka Tórbjørn Jacobsen, sum burtur frá óhepnum málburði, dugdi so nógv gott mentan at gagni..
Í tíggju mánaða skeiðnum Tórbjørn Jacobsen sat sum landstýrismaður, fóru mong óumhugsað orð av varrunum, men orðavalið hann nýtti í samband við donsku lærarinnuna í vestmannaskúla, tey elvdu til so stóran brotasjógv, at Tórbjørn avgjørdi at siga landsstýrissessin frá sæt.
Politikkurin var farin í bakgrundina og fjølmiðlarnir lýstu bara hvussu hann var sum menninskja og hvussu hann tosaði. Skuggarnir av hesum fóru myrkir yvir flokkin og skaddu har teir raktu, og tí fór landsstýrismaðurin frá
Vit sita á tíðindafundi í Mentamálastýrinum. Seinastu arbeiðsdagurin hjá einum landsstýrismanni, sum júst er byrjaður í politikku, er komin. Tað er eitt sindur trist. Hann er bulmikil og hann hoyrist og tungan hevur felt hann hesuferð. Hann viðgongur yvirfyri teimum mongu journalistunum, at skal hann aftur í politikk, so má hann læra at málbera seg, og nú hann má út aftur í vinnulívið at uppala seg sjálvan av nýggjum. Umborð á skip at læra seg fólkaskikk.. Ein málningur av Mikines hongur í bakgrundini. Grindadráp sjálvandi og Tórbjørn fellur sum ein náttúrligur partur inn í málningin, sum ein av hinum grindamonnunum, og brotið er reytt aftanfyri.
Dramatikkur er í luftini. Vit siga einum landsstýrismanni farvæl. Aftanfyri gongur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisflokksins og sær syrgin út. Hann helt nógv av Tórbjørn. Hann býtir eitt tíðindaskriv út, har hann harmast stórliga at missa Tórbjørn. Flokkurin hevur brúk fyri einum so markantum politikkara sum Tórbjørni. "Hevði tað ikki verið handan veikans tungan" tykist Høgni at hugsa.
Nógv avrik
Nógv er hent síðan Tórbjrøn varð biðin um at gerast landsstýrismaður fyri Tjóðveldisflokkin fyri 10 mánaðum síðan uttanfyri bøgarðarnar í Kunoy.
Tórbjørn greiðir frá avrikunum, aftaná at hann hevur greitt pressuni frá, hvussu hann reint formelt greiddi løgmanni frá hóskvøldið í faksi, at hann ikki ynskti at halda fram í starvinum.
Stórur dentur verður lagdur á, at ongin hevur trýst Tórbjørn úr starvinum.
"Eg havi tikið avgerðina sjálvur, málið hevur ikki eingang verið viðgjørt í flokkinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
So koma vit til avrikini:
- Eg og aðrir í tjóðveldisflokkinum bastu tí seinasta studninginum til fiskivinnuna. Hetta taka vit okkum æruna av. Har var ein eykajáttan upp á 40 milliónir til endurnýgging av fiskiflotanum. Vit fingu hana burtur, hóast sitandi fiskimálaráðharrin, JørgenNiclasen, segði, at tað varð yvir hansara lík. Nú er hann av ítarstu talsmonnum fyri eina stundningfría fiskivinnu. Sig so tað, sigur Tórbjrøn Jacobsen og heldur fram við niðurskrivaða listanum av avrikum.
-Ongantíð fyrr hevur mentanin fingið so nógvan pening játtaðan, sum í mínum tíðarskeiði sum landsstýrismaður í mentamálum..
-Almanna og heilsuskúlin er mítt avrik aleina og eg fegnist um at síggja politikk framdan í verki á hendan hátt. Nógv mál eru loyst og fyrireikingar eru tiknar til fleiri. Glyvraprestur far tak yvir høvdið til fólkakirkjan verður yvirtikin næsta ár og so verður nýggjur prestagarður bygdur á Glyvrum. Kallsoyggin fær framhaldsdeild og skúlin verður endurreistur á Trøllanesi. Hesin hevur staðið tómur í mong ár, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Ríkar løtur
Løturnar hava verið ríkar sum landsstýrismaður. Tórbjørn sigur, at tað hava verið nógv fleiri góðar løtur enn vánaligar. Hann er manniligur í dag og greiðir eisini frá teimum vánaligu.
-Fyrsta stóra fiaskoið var, tá eg vildi broyta grundlógardagin. Hendan avgerð skakaði og elvdi til stjórnarkreppu, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Men óhepnu avleiðingarnar av ætlanunum um at avtaka grundlógardagin verða vigaðar upp av øðrum stórum hendingum í 10 mánaða landstýrismannaskeiðnum.
-Eg fengist enn um, at Ingálvur av Reyni fekk mentunnarviðislønina. Hann hevði hana uppiborðið og tað var mær ein stór løta at handa hesa virðisløn. Eg havi virðing fyri hesum manni, sum leggur sín agressivitet úr í málningarnar heldur enn eg, sum kasti mín agressivitet út í mikrofonina, sigur Tórbjørn Jacobsen, eyðmjúkur.
-Hetta hevur verið hart, langir dagar, sum hava gingið út yvir mínir nærmastu. Eg haldi ikki, at hetta hevur gingið úryvir meg sjálvan, tí mær hevur dámt starvið. Eg eri harmur um at fara, men her eru ongi tár, sigur Tórbjørn, sum hevur flotið síðan hann var tvey ára gamal og hjá sjómonnum er ikki vanligt, at tára soleiðis í almindiligheit..
Skriva bók
Nú fer Tórbjørn at skriva eina bók. hvat hon fer at snúgva seg um vita. Hon fer at snúgva seg um tey fyrstu trý árini sum politikkari, og í bókini er hann sín egni harri. Orðini eru hansara og bara hann hevur ábyrgd fyri teimum.
Tórbjørn skuldsetir løgmann fyri at vera veikan í Fregnir í gjar, veikan í fullveldismálinum.
'Í Fregnum verður tú endurgivin fyri at siga, og eg gangi út frá, at tú er rætt endurgivin, at løgmaður hevur verið veikur í fullveldismálinum. Tá fullveldismálið er so grundleggjandi fyri Tjóðveldisflokkin, hvussu ber tað til, at tú ikki hevur rumblað meira við at styrkja løgmann og at fáa løgmann at senda bræv til ST um okkarta støðu sum tjóð?
-Til hetta hava eg einans svar. Ein konvoj siglir ikki skjótari enn tað seinasta skipið, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tórbjørn er farin frá og hann verður ikki gloymdur beinanvegin í føroyskum politikki. Hann tók avleiðingarnar av síni egnu tungu og løgið skuldi verið um tað ikki verður vigað sum nakað manniligt í manna eygum, verður teskað í fjølmiðlaheiminum.
-