HM í svimjing er í hesum døgum í Budapest og í morgun hevur Signhild Joensen svomið 100 metra ryggsvimjing.
Hon gjørdist nummar 41 av 59 luttakarum, við tíðini 1:04.50, skrivar heimasíðan svimjing.com. Tað er eitt gott sekund spakuligari enn føroyska metið, sum hon sjálv setti fyrr í ár á Danish Open 2017 í apríl. Føroyska metið er 1:03.38.
Eingin annar føroyingur fer í hylin í dag.
Í gjár svumu Sára R. Nysted og Róland Toftum. Tað gekk tó ikki meiri enn næstbest hjá teimum báðum. Sára R. Nysted svam 200 metrar blandaða svimjing. Hon eigur sjálv føroyska metið, sum er 2:20.41 frá í fjør, men í gjár megnaði hon einans 2:26.48. Hon gjørdist nummar 32 av 36.
Róland Toftum svam 100 metrar bringusvimjing. Hann eigur eisini føroyska metið, sum er 1:05.35, frá Danish Open í apríl, men eins og Sára R. Nysted og Signhild Joensen, so náddi hann ikki heilt upp at toppinum. Hann svam teinin við tíðini 1:07.22 og gjørdist nummar 63 av 73.
Í morgin skal Róland Toftum svimja 50 metra bringusvimjing og sunnudagin skal Sára R. Nysted svimja 400 metrar blandað.