Tunfiskur var kokain

Tá tollararnir í Meksiko nú um dagarnar kannaðu eina sending av tunfiski, sum kom úr Ekvador, vísti tað seg, at tað var ikki tunfiskur, sum var í blikkunum, men rúsevnið kokain.

Talan var um 596 stór blikk, sum vigaðu 320 kilo tilsamans. Uttan á blikkunum stóð, at hetta var tunfiskur í sólblómuolju. Hetta við oljuni vísti seg at vera rætt, men tað, sum lá í oljuni, var ikki tunfiskur, men kokain, sum var væl innpakkað, skrivar AFP.

Teir meksikonsku myndugleikarnir siga, at á gøtuni hevði kokainið kostar einar 80 milliónir krónur.