Japanski tunfiskabáturin Shoshin Maru 60 skuldi fyri seinastu ferð inn á Havnina hósdagin. Skiparin er tó ikki heilt kendur her um leiðir, og hann var ov nær Anfinni Kallsberg, tá hann skuldi inn á vestaru bryggju.
Skipið bar við land úti á Tinganesi, men skaðin var ikki stórur. Nakað av máling varð skravað av botninum heilt aftast á skipinum.
Kavarar fóru tó niður av kanna, hvussu stórur skaðin var. Teir kom til ta niðurstøðu, at skipinum ikki tørvaði umvæling, og tí fór skipið avstað aftur fríggjadagin seinnapart.
Eingin loðsur var umborð, tá óhappið hendi. Hetta er triðju fer, at skipið er inni á Havnini. Fyrstu ferð var loðsur umborð, men aðru og triðju ferð var eingin at beina skipið á rætta kós.
Liðugt við tunfiskaveiðu
Annars er tunfiskatíðin í føroyskum sjógvi at enda komin. Shoshin Maru 60 er sostatt seinasti tunfiskabáturin, ið kemur inn á hesum sinni. Japanski báturin hevur roynt eftir tunfiski seinastu vikuna, men hevur ikki fingið ein einasta stert. Nú gongur leiðin í útlendskan sjógv at royna at eftir tunfiski.
Tunfiskaveiðan hevur roynst avbera illa í ár, og allir bátarnir hava bara fingið eini 50 tons av tunfiski tilsamans. Roynt verður bara eftir tunfiski í føroyskum sjógvi í ein góðan mánað.










