Myndugleikarnir í Tunesia krevja nú at fáa frákoyrda forsetan, Zine al-Abidine Ben Ali, útflýggjaðan úr Saudiarabia, har hann hevur leitað sær skjól. Almenna tunesiska tíðindastovan TAP skrivaði í gjárkvøldið, at tunesiska uttanríkisráðiuð hevur sent Saudiarabia eina formliga áheitan.
Sum skilst krevur Tunesia at fáa frákoyrda forsetan útflýggjaðan, tí hann er skuldsettur fyri fleiri lógarbrot.
Ben Ali flýddi av landinum tann 14. januar, eftir at fólk høvdu mótmælt stýri hansara og kravt hann og stjórnina frá. Tá hevði Ben Ali stýrt Tunesia í 23 ár.










