Tummasarsmátta

Umrøða

Harriet Beecher Stowe

Tummasarsmátta

Týtt hevur Theodor Hansen

Perma: Edward Fuglø

Bókadeild Føroya Lærarafelags

Hon er 240 bls.

Ongin ivi man vera um, at bókin um Uncle Tom gav kjakinum um trælahald í amerikansku suðurstátunum eitt rættiligt skump, tá ið hon kom út í 1852. Heldur ongin ivast í, at hon mundi vera ein av orsøkunum til, at trælahald varð bannað við lóg nøkur ár seinni.

Amerikanski forsetin tá var Abraham Lincoln og um Harriet Beecher Stowe segði hann: ”Her hava vit lítlu kvinnuna, sum skrivaði bókina, ið elvdi til stóra kríggið.”

Bókin er síðan vorðin kjakevni fleiri ferðir, serliga í sjeytiárunum, tá ið vaksandi medvitið um støðu teirra svørtu í USA gjørdi sítt til, at spurnartekin vórðu sett til tær ymsu myturnar um svørt. Ein av teimum var mytan um Uncle Tom ella Tummas, sum hann eitur á føroyskum.

Í stuttum er søgugongdin tann, at Tummas verður seldur sum brúkslutur frá einum eigara til annan, og viðurskifti hansara líka so væl sum hjá øðrum svørtum eru treytað av, hvør eigarin er.

Tummas er sannførdur trúgvandi maður og vil ikki gera ímóti sannføring sínari, og tí má hann at enda lata lív vegna tað, at hann ikki vil gera harra sínum eftir vild.

Bókin er egnað at lesa bæði hjá ungum og gomlum.