Á eykabýráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at leingja starvssáttmálan við Tummas T. Eliasen, kommunustjóra.
Leingingin ber við sær, at kommunustjórin heldur fram til 30. juni 2021, og at søkt verður eftir nýggjum kommunustjóra í februar 2021.
Tummas T. Eliasen hevur verið kommunustjóri seinastu 5 árini. Hann fer tí at røkja starvið í átta ár tilsamans.
Áðrenn hann gjørdist kommunustjóri í Klaksvík var hann fíggjarstjóri í Tryggingarsambandinum og stjóri í Føroya Lívstrygging.